Hvítu Húsini siga, at russiska hernaðarátakið í Georgia kann fáa óhepnar avleiðingar fyri viðurskiftini millum USA og Russland Halda tær russisku herdeildirnar fram við átøkunum í Georgia, fær tað skaðiligar avleiðingar fyri viðurskiftini millum Russland og USA
Tað segði ein talsmaður fyri Hvítu Húsini við tíðindastovuna AP í gjár.
Ávaringin kom, beint eftir at teir georgisku myndugleikarnir høvdu kunngjørt, at russar høvdu sent fleiri hermenn og stríðsvognar afturat til Georgia, og at russisk flogfør bumbaðu mál í sjálvum Georgia.