Skálvíkingur svevur umborð

Sosialurin hitti Dánial í Geil umborð á bátinum Fríðvør, sum lá við bryggju á Eiði. Dánial hevur verið á Eiði í nakrar dagar, og gistir vanliga umborð á bátinum.

Á sama hátt sum hinir Sosialurin hevur tosað við, so var hann eisini úti í gjár.

- Eg fór klokkan hálvgum fimm, kastaði klokkan hálvgum sjey og fekk ikki ein stert aftaná klokkan 11. Tá hevði eg 800 pund, greiddi skálvíkingurin frá, sum er einsamallur umborð á bátinum.

Tó er Dánial í Geil ikki útróðrarmaður burturav.

- Eg eri avloysari á Eysturbúgvanum, men mær dámar væl at rógva út, tá eg eri heima, men útróður er ikki nakað mann kann liva av, segði hann.

Fríðvør hevur ligið á Eiði í umleið ein mánað nú, og fyrstu túrarnar var hann eftir upsa, men nú er toskurin á skránni.

Hann greiddi somuleiðis frá, at prísurin er so øgiliga ringur nú, og at hetta helst kemur illa við hjá teimum, sum hava dýrar bátar.

Dánial í Geil ætlar sær at royna á Norðhavinum so leingi nakað er at fáa, men hann fer suður í heimbygdina av og á.