Skúlin á Trøllanesi aftur til heiður og æru

Skúlin á Trøllanesi hevur í nøkur ár verið undir umvæling. Umvælingin hevur verið gjørd í samstarvi við Innlendismálaráðið. Stuðulin verður latin úr skipan, ið verður kallað ?Stuðul til útoyggjamenning?.

Mikkjal Joensen á Trøllanesi hevur vegna kommununa staðið fyri umvælingini, og vóru fólk frá Landsverk og kommununi í vikuni norðuri á Nesi at góðkenna umvælingararbeiðið.

Sera væl frágingið arbeiði, sum fevnir um gerð og dagføring av einum lítlum te-køki, gong og vesi, umframt sjálva skúlastovuna, sum nú alt er tøkt til tiltøk av ymiskum slagi.

Undan jólum hevur verið guðstænasta í skúlanum. Tí sæst eitt altar inni í skúlastovuni, sum varð nýtt í hesum sambandi. Báðir prestarnir í Klaksvík hava havt guðstænastu har. Annars verður guðstænasta nú hildin í Skúlanum í Mikladali, meðan kirkjan har verður umvæld.

Í løtuni verður skúlin nýttur sum venjingarhøli hjá einum bólki, sum er settur saman av tónleikarum, ið koma úr ymsum ?ættum?, ein av Viðareiði, ein úr Klaksvík, ein av Húsum og ein av Trøllanesi.

Annars er ætlanin, at skúlin eisini skal kunna veita ferðafólki tænastur um summarið ? tað skal bera til at seta seg inn at bukka beinini, fáa sær ein bita o.t. Eisini skulu smærri konsertir og tiltøk annnars verða í skúlanum.

Tað er gleðiligt, at ein slíkur bygningur, ið hevur so stóran týdning fyri bygdina og oynna alla, nú aftur er komin til heiðurs og æru, sigur Klaksvíkar kommuna.