Sjálvt um ferðsla er nevnt sum undirvísingarevni í lógini um fólkaskúlan, eru nógv harrans ár síðan seinasta ferðsluskeiðið var fyri lærarum og øðrum.
Tað skrivar Páll Poulsen, nevndarlimur í Føroya Lærarafelag á heimasíðu felagsins.
- Vit eru øll partar av ferðsluni, antin til gongu, í bili, á súkklu, á skutara, á hestbaki ella í bussi. Allar kanningar vísa, at tað hevur ómetaliga stóran týdning hvønn hugburð, vit hava, tá vit eru úti í ferðsluni, og hugburður okkara verður til m.a. gjøgnum undirvísing, royndir og fyrimyndir. Longu áðrenn børnini fara til gongu á alfaraveg, fáa tey undirvísing antin á dagstovni, ella frá foreldrum. Henda undirvísingin í ferðslu heldur fram heilt til næmingarnir eru farnir úr fólkaskúlanum og taka koyrikort, skrivar Páll Poulsen.
Men er nøkur skipað undirvísing í skúlunum yvirhøvur? Ella er hon vorðin burtur í teim ógvusligu sparitiltøkunum, sum hevur rakt fólkaskúlan tey seinnu árini?
Hvørjar førleikar hava lærarar til at undirvísa í ferðslulæru yvirhøvur? Tað eru nógv harrans ár síðani seinasta ferðsluskeiðið var fyri lærarum og øðrum. Eisini her er tað nokk spariknívurin, sum hevur skorið burtur. Hevur Mentamálaráðið ikki skyldu til at syrgja fyri at menna lærarar, so teir kunnu røkja lógarfestu uppgávuna at undirvísa í ferðslulæru.
Skulu vit minka um vanlukkurnar í ferðsluni, so skulu vit hava fatur í børnunum og ungdóminum, tað er har hugburðurin kann broytast til tað jaliga, skrivar Páll Poulsen.