Skúli og skúlastjóri ákærdir fyri manndráp

Í Danmark hevur ákæruvaldið gjørt av at ákæra skúlastjóran á Lundby Efterskole, Truels Truelsen, fyri óviljað manndráp í sambandi við hendingina á Præstø Fjord í februar í fjør, tá ein bátur við 13 næmingum og tveimum lærarum holvdist. Annar lærarin doyði, og fleiri av næmingunum fingu heilaskaða eftir at hava ligið uttan vit í sjónum.

Skúlin sjálvur er eisini ákærdur fyri óviljað manndráp, men formaðurin í skúlastýrinum, Bjarne Rasmussen, heldur lítið um avgerðina hjá ákæruvaldinum. Tað sigur hann við TV2.

Michael Boolsen, sum er ákæri fyri Suðursjælland og Lolland-Falster, sigur, at nú løgreglan og sjóvinnumyndugleikarnir eru lidnir við sínar kanningar, er ákæruvaldið av teirri uppfatan, at umstøðurnar kunnu føra til dóm, og tí er ákæra reist, sigur hann.