Jan Gardar,
valevni Sjálvstýrisfloksins
Til tess at ein skal kunna trívast á einum staði eru tað nógvar fyritreytir sum skulu verða í lagið, men vil eg loyva mær bert at nevna nakrar sum eg meini hava týdning í hesum samanhangi.
Ein kann við rímuligheit spyrja hvønn ungdómspolitik ella mentanarpolitik hevur býráði. Á hvønn hátt hugsa politikkarnir sær at skapa trivna í býnum soleiðis at ungdómurin ikki stingur í sekkin til tess at finna sær annað pláss at búleikast.
Soleiðis eiga vit at gera okkum greitt at trivnaður fyri ungdómin er annað og meira enn arbeiði og bústaður.
Menningin gongur við rúkandi fer, eg hugsið her ikki minst um teldutøknina og samferðslumøguleikar-nar og samstundis gerst ungdómurin minni og minni staðbundin. Ungdómurin í dag hevur meira og meira lyndi til at troyta møguleikarnar har hesir eru størstir. Hettar setir stór krøv til lokalsamfelagið- til okkara politisku umboð. Hesar avbjóðingar gerast ikki minni tá eitt møguligt fast samband er til megin økið. Eru vit eftirbátar á ymisku økjunum tá, verður trupult at støðga skeivu gongdini og verður tað tá miðstaðarøki ið avger hvussu leikur fer og tað er neyvan ein hugalig framtíðarmynd; ja spyr bara Árnfiringar hvussu tað er at vera útjaðari hjá Klaksvík.
Hvat miðnámsskúlum viðvíkur eiga vit tíbetur fleiri tilboð til ungdómin, men skuldi hesið um býráði hevði borið rætt at veri enn fleiri. Eg hugsið her um Handilsskúla og Studentaskúla, sum eisini lógarheimild er fyri. Soleiðis er tíðanverri neyðugt hjá skúlaungdómi í stórum talið dagliga at leita sær tvørturum Leirvíksfjørð. Her eigu vit saman við landsmynduleikunum og vinnulívinum at spenna okkum út til tess at gera betur nýtslu av tí lokala skúla umhvørvinum og nýggju tøknuni til tess at menna vitunarstøði og harvið vinna fram nýggjar vinnumøguleikar.