Skálafjarðartunnilin, trygdin í hásæti

Viðmerking til greinina hjá Rúnu Sivertsen á Por­tal­in­um 27.11.2005 viðv. trygdini í Skálafjarðartunlunum

Alfred Olsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Tað gleddi meg, sum ein av fyri­reikarunum til tann al­menna fundin á Svanga­skarði av framløguni av Skála­fjarðartunlunum, at síggja for­kvinnuna í Ráðnum fyri Ferðslutrygd koma á fundin, og sjálvandi fekk hon pláss í fremstu røð.

Møguleiki at spyrja.
Tá tann professionella fram­løgan av prosjektinum var liðug og landsstýrismaðurin hevði havt orðið, var møgu­leiki hjá øllum, kanska burt­ur­sæð frá løgtingsmonnum, at spyrja um hvat tað skuldi vera viðv. tunnilsprosjektinum, vegaføringini og ferðsluni.
Nøkur fundarfólk nýttu hetta høvið og fingu svar, men røddin hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd var kvirr og tað tók eg sum eitt positivt signal um góðkenning av hesum spennandi prosjekti.

Ráðið fyri Ferðslutrygd.
Men nú sunnudagin boðar Rúna Sivertsen frá, at Ráð­ið fyri Ferðslutrygd hev­ur skrivað til Løgmann (hví løg­mann?) og Bjarna Djurholm viðv. Skála­fjarðar­tunlunum, tí hon bæði øtaðist og var skelkað av, at ongin hevði spurt um trygdina á fund­i­num. Men hví spurdi Rúna Sivertsen ikki um trygd­ina?.
Eg vóni ikki, at Ráðið fyri Ferðslutrygd heitir á løgmann og landsstýrismannin, við tí fyri eyga, at steðga tunn­ils­pro­sjektinum? Tá eg hugsi um tað øking í ferðslutrygdini, tað stóru tíðarsparingina, minni dálking av umhvørvið, nógv minni oljunýtslu, minni slit av vegnum o.s.v. hes­in tunnilin viðførir fyri ferðsl­una í Føroyum.
Rúna Sivertsen.
Eg vóni ikki, at hetta átak hjá forkvinnuni í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, er gjørt fyri at markera hana sjálva, tí til tað er prosjektið alt ov týðandi, fyri at økja um ferðslutrygdina í Føroyum, og tí fari eg at heita á Ráð­ið fyri Ferðslutrygd, um at arbeiða saman við Skála­fjarðartunnlunum, fyri at fáa prosjektið so fullkomið sum gjørligt.

Null-hugsjónin
Eg eri ikki í iva um, at trygdin í Skálafjarðartunlunum, sum er sett í hásæti, og eftir strongu norsku ásetingunum, vil vera við til, at vit koma nærri null-hugsjónini, um at ongin í Føroyum skal láta lív í ferðsluni, og tí heiti eg á Ráðið fyri Ferðslutrygd, um at samarbeiða í staðin fyri at mótarbeiða.