Jógvan Mørkøre
--------
Okkurt varð forhánisliga nevnt ‘privatkommunisma’, tá ið tað fór at riva fyri eygunum á summum politikarum, væl á veg út av eggini fyrst í nítiárunum. Hugsi, at tað var Finnbogi Ísaksson, sáli, ið fann upp á hetta orðið, sum samanfataði ein høpisleysan samanvavstur av privatum og almennum, so tað, sum skuldi eitast at vera marknaður, einki hevði við tað at gera, men profitturin hjá teimum privatu varð fíggjaður við studningi og veðhaldum. Landið fór so logandi á heysin, og mangar vanlagnur gjørdist úrslitið av hesi vanstýring. Eingin uppgerð varð aftaná, tí, sum politikarar vóru so samdir um, so ráddi um at “hyggja frameftir og ikki leita eftir syndabukkum”. Av tí sama so hevur tað bert verið ein spurningur um tíð, nær fortíðarinnar syndir fóru at verða endurtiknar. Nú politiski retorikkurin um privat mótvegis almennum enn einaferð ger um seg í málinum um Skálafjarðartunnilin, stinga hógvarnir undan. Hesuferð er tað ikki Ráfiskagrunnurin, sum spælið snýr seg um, men føroysku pensiónsgrunnarnar, ið politikarar hava sett eyguni á.
Málið um Skálafjarðartunnilin – ella Eysturoyartunnilin, sum summi nú velja at nevna hann – er vorðin ein orðadráttur, hvørt eitt alment partafelag skal standa fyri, ella um eitt privat felag við avtalu við landsstýrið skal sleppa framat. Teir vanligu ideologisku frontarnir eru trektir millum høgra og vinstru, men tað er ilt at síggja, at flokkarnir sum flokkar fáa rættað seg inn eftir hesum. Eyðvitað so, tí tá ið tað snýr seg um landspolitikk fyri ferðslukervið hevur ongantíð verið nøkur yvirskipað ætlan, men lokalar ætlanir, sum eru noyddar ígjøgnum av lokalt valdum politikarunum. Hesi seinnu árini hava tað verið undirsjóvartunlarnir, sum hava staðið ovast á breddanum. Byrjandi við Vágatunlinum, ið slóðaði fyri Norðoyatunlinum, sum so síðani mótaði eysturoyarpolitikarar og politikarar sunnanfjørðs. Uppskriftin hevur verið almenn partafeløg og at gera ein tunnil í senn. Tað hevur gingið væl og hevur borið til, so onnur øki krevja nú sín rætt til eisini at fáa undirsjóvartunnil til høvuðsstaðin. Trupulleikin er bert tann, at tað er ivasamt, um til ber at brúka sama leist, har bummgjald skal rinda lánið hjá tí almenna niður. Tað kanska ber til við Skálafjarðartunlinum, men fá fyri ikki at siga eingi trúgva uppá, at tað skal bera til við einum sjálvgoldnum tunli til Sandoyar. Roynt hevur verið at fingið privata fígging til Skálafjarðartunnilin, men tann royndin miseydnaðist, og síðani hevur orðaskiftið fyri tað nógva snúð seg um at hava eitt alment tunnilsfelag, har bummgjald frá teimum burðardyggu tunlunum skal gjalda gildið fyri teir, har ov fá koma at koyra ígjøgnum. Also eitt slag av samhaldsfesti millum bilførarar, ið koyra ígjøgnum undirsjóvartunlar. Eyðvitað, so eru vágafólk og norðoyingar ikki fegnir um at skulla gjalda fyri aðrar tunlar enn sín egna, og onkur eysturoyingur dugir heldur ikki at síggja rættvísið í hesum serskatti, ið verður álagdur summum bilførarum. Ein borgarstjóri norðanfyri spurdi so vísiliga, hví so bert undirsjóvartunlar og ikki eisini berghol oman fyri sjóvarmálan. Tá so er, síggja vit, at hetta, sum at síggja til hevur við høgra- og vinstraretorikk at gera, kílar flokkarnar sundur, alt eftir, hvaðani í landinum, einstaki politikarin fær sínar atkvøður. Tað fer tí at vera tungt at fáa at fáa stev um eina “samhaldsfasta” loysn, sum stóru andstøðuflokkarnir mæla til. Eins og landsstýrismaðurin, ið varðar av málinum, Kári P. Højgård so staðiliga hevur víst á, tá ið hann hevur prædikað fyri, at hansara privata loysn er tað, sum ber til.
Trupulleikin er bert tann, at tað, sum hann og landsstýrið royndi at sníkja ígjøgnum sum tjóvur á nátt, hevur einki við nakað privat alternativ at gera. Ikki so leingi sum at Lív er alment partafelag, og tað stendur við endanum saman við donskum pensjónskapitali.
Lív átti helvtina av p/f Skálafjarðartunlinum og er nú vorðið einaeigari av hesum, eftir at hava keypt helvtina hjá Eik Banka. Havandi í huga, at Lív royndi at selja landinum sína helvt, tá ið tað miseydnaðist at fáa privata fígging fyri tveimum árum síðani, so er tað heilt víst ikki ein skikkað og óheft nevnd, ið velur at vassa longur út við at keypa hina helvtina og fara uppí nýtt felag, p/f Eysturoyartunnilin saman við donskum eftirlønarkapitali. Vit kenna ikki politisku treytirnar og sømdirnar, og kunnu bert gita um, hvørjar tilsagnir, nevndin í Lív hevur givið at veita lán til hesa verkætlan. Eingin verður bilsin, um talan er um trýsiffraða milliónaupphædd.
At nevndin vassar longur út enn fyri tveimum árum síðani, ber bert til at skilja, tá ið havt verður í huga, at hon er sett av landsstýrismanninum í vinnumálum. Har sita embætisfólk hjá landsstýrismanninum í nevndini í stríð við tað, ið er vorðið siður aðrastaðni, har roynt verður at virða, at nevndir í statsligum partafeløgum mugu verða óheftar av politiska myndugleikanum fyri at kunna liva upp til krøvini í partafelagslógini. Og so hava vit upplivað mongu seinnu árini, at landsstýrið heldur seg kunna fara við pengunum hjá eftirlønarspararunum, sum um tað átti teir sjálvt. Mest beinleiðis hava vit upplivað tað, tá ið landsstýrismaðurin í vinnumálum uttan um nevndina í Lív ornaði stjóran at fáa Lív-pengar uppí bjargingina av Norrønu í 2008. Tað sama hevur endurtikið seg, nú landsstýrismaðurin roynir at skapa ein keypara til helvtina av Lív við at taka stig til at stovna eitt smápartafelag til høvið. Við trygd í pengunum hjá tryggingartakarunum.
So talan er ikki um eitt privat felag, ið ger avtalu við landsstýrið. Landsstýrið situr báðumegin borðið og bindur eftirlønarpening hjá meira enn helmingin av løntakarunum í Føroyum.
Tað í sær sjálvum átti at fingið politikarar á løgtingi upp úr stólunum, tí tað hevur áður verið ein øðiligur gangur um landskassaveðhaldið í Lív. Tað gav at bíta fyri nøkrum árum síðani, tá ið landsstýrismaðurin skuldi hava endurnýggjað heimildina at selja helvtina. Tá var veðhaldið væl niðanfyri milliardina. Síðani er tað farið logandi uppum. Um Lív við at seta pengar í Skálafjarðartunnilin ikki fær eitt líkinda avkast, vil tað verða steinur oman á veðhaldsbyrðuna hjá tí almenna, umframt eitt tap hjá tí partinum av tryggingartakarunum, sum ikki hava veðhald. Hjá tí sølubara partinum av Lív vil tað so annaðhvørt geva tí ein kappingarfyrimun, gongst væl við íløguni, ella vil tað gera henda partin minni kappingarføran. Í hvørgum førinum er tað í tráð við tær reglur og lógir, ið landsstýrið eigur at handla innanfyri.
Verri er, at hetta, sum fer fram, er í stríð við allar fólkaræðisreglur. Landsstýrismaðurin í innlendismálum skjýtur seg inn undir, at hann ger avtalu við privat felag. At hógvarnir hjá landsstýrismanninum í vinnumálum stinga undan, eftirsum talan er um avtalu við felag, har alment partafelag, stýrt av honum, er drívandi kraft í samráðingunum, tykist ikki at nerva, tí uttaná fæst tað at síggja út sum avtalu millum privat felag og landsstýrið. Løgmaður tykist at lata standa til, hóast hann átti at vita betur og hevur ábyrgd av hesum glantrileiki. Í seinasta enda standa hesir landsstýrismenn og løgmaður til svars fyri løgtinginum, men tað verður ivaleyst seinur dagur, at tað ger nakað við nakran teirra. Tí talan er jú á pappírinum um alment partafelag – og ikki stovnur undir landsstýrismanni. Og tíverri vilja tað vera bæði eitt og tvey løgtingsfólk, ið síggja fyrimunir í, at politiski myndugleikin sleppur framat pensiónspengunum til sínar milliardaverkætlanir. Eins og í gomlum døgum, tá ið politikarar mannaðu nevndirnar í almenna tryggingarmonopolinum.
Fyri tryggingartakaran í Lív – og harvið meira enn helvtina av føroysku løntakarunum – er Skálafjarðartunnilin tí ikki ein spurningur um høgra ella vinstru, ella um privata ella almenna loysn, men ein spurningur um, at privatkommunisman er á veg innaftur, har politikarar sleppa at válka sær við pensjónsuppsparingunum.
Vinnarar, um hetta sleppur at verða lagið?: Nøkur lokaláhugamál og lokalpolitikarar.
Taparar?: Eftirlønaruppspararar og skattaborgarar. Eins og fyri 20 árum síðani.











