So greiður er Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommnu.
Hann sigur á heimasíðuni hjá kommununi, at vit øll vita, at Skálafjarðartunnilin eigur at koma, og hann eigur at koma so skjótt sum tilber.
Hetta er ein verkætlan, sum við øllum útrokningum og við vanligum viti og skili vísir, at samfelagsgagnið av verkætlanini er sera stórt. Ætlanin, sum arbeitt hevur verið við í mong ár, er ein ætlan, sum við rundkoyring gevur møguleika bæði at fáa fatur á eystara og vestara armi á Skálafjørðinum. Hendan ætlan er tann, sum vit avgjørt meta sum ta einastu røttu loysnina.
Nú spurningurin um brúgv um Skálafjørðin aftur komin á breddan sigur hann, at tað undrar seg og helst mangan við sær, at so er.
Vit eiga ikki at svara til slíkt, men heldur eiga vit at halda rimmarfast við ætlanina um tunnilin við rundkoyring og tí onga brúgv. Tað gleðir meg, at Kári P. Højgaard, innlendismálaráðharri, er púra avgjørdur í hesum, at Skálafjørðurin skal ikki kvettast av við eini brúgv, sum kann forða fyri menningarmøguleikunum á Skálafjørðinum. Her verður serliga hugsað um menningarmøguleikar í samband við komandi oljuvinnu, og í hesum álvarsmáli eiga vit ikki at taka okkum nøkur óráð fyri, Kári P. Højgaard, innlendismálaráðharri, fær tí mín fulla stuðul í síni greiðu støðu um hetta mál, heldur hann.