Tá fimm minuttir vóru leiktir legði Helgi L. Petersen ÍF á odda 1-0 við einum langskoti úr 20 metrum.
Og tá 10 minuttir vóru farnir, javnaði Bogi Gregersen til 1-1, og longu tveir minuttir seinni var Bogi Gregersen aftur á plettinum, og legði Skála framum 2-1. Hetta málið kom uppá kontraspæl, bólturin varð lagdur innfyri, og Bogi skuldi bara seta fótin á bóltin, so var mál.
Í 63. minutti javnaði Bartal Eliasen eftir at hann hamraði eitt fríspark beinleiðis í netið.
Men í 68. minutti legði Skála seg aftur á odda. Poul N. Poulsen legði eitt fríspark inn í brotsteigin úr vinstru, har Arnold Berg var hægstur og setti bóltin í netið hjá ÍF til 3-2.
Dysturin endaði eisini 3-2.