Tað var grannauppgerð í Streymnesi, tá ið teir næstbestu hjá EB/Streymi við Margáir høvdu vitjan av skálamonnum.
Í fyrsta umfari vann Skála 1-0 á Argjum, og aftur í dag fóru skálamenn til hús við øllum stigunum, og aftur í dag var talan um sigur við einum máli. Úrslitið var 3-2 til Skála eftir hálvleiksstøðuna 1-0 til Skála.
Einasta málið í fyrra hálvleiki skoraði Niels Pauli Danielsen við brotssparki, tá ið eitt korter var farið. Níggju minuttir eftir steðgin økti Skála um leiðsluna. 2-0 málið skoraði Andreas Egebjerg Jacobsen.
Hóast Skála var frammanfyri við tveimum málum, so siga tølini, at talan iki var um uppgerð, har annað liðið var greitt omaná. Eitt nú vann Skála fýra hornaspørk, meðan heimaliðið vann níggju hornaspørk.
Og eftir tveimum minuttum, tá ið tað restaði eitt korter, svaraði EB/Streymur aftur, skoraði tvey mál og javnaði til 2-2. Fyrra málið skoraði miðvallarin Rói Olsen eftir upplegg frá Magnusi Jarnsor, og seinna málið skoraði innskifti Pól Sigurð Kristiansen.
Tað var 2-2, inntil tað restaðu tveir minuttir. Tá vann Skála brotssdpark, sum Niels Pauli Danielsen umsetti til 3-2 og trý stig. Tað gjørdi hann eisini fyri einari viku síðani, tá ið Skála vann 1-0 á Argjum.
Í triðja umfari, sum verður fríggjakvøldið, eigur Skála, sum hevur vunnið fulla úrtøku, heimavøll ímóti KÍ, sum einki stig hevur vunnið. Í triðja umfari eigur EB/Streymur heimavøll ímóti AB.