Nýggja liðið í bestu fótbóltsdeildini hevur nú styrkt seg til stóru avbjóðingina, sum stendur fyri framman. Tveir spælarar, sum hava royndir av at spæla í 1. deild við øðrum liðum, hava skrivað sáttmála við Skála.
Talan er um Dánial Hansen, sum hevur spælt við NSÍ, og Kára Nielsen, sum hevur spælt við B71.
Kári Nielsen er sera evnaríkur framrættaður spælari. Hann er 20 ára gamal, og síðani hann var nóg gamal til tað, ehvur hann verið millum bestu spælararnar hjá B71 ? burtursæð frá tá hann hevur verið skaddur. Kári Nielsen hevur eisini verið á unglingalandsliðunum.
Dánial Hansen verður 25 ár 28. november. Hann hevur altíð spælt fótbólt í NSÍ, og tað eru átta ár síðani, at hann kom á besta liðið. Tey seinastu árini hevur hann verið millum stuðulsspælararnar. Hann hevur spælt í miðverjuni, á vongverjanum í høgru, á miðvøllinum og í álopinum.
? Eg hugsaði um at royna onkra nýggja avbjóðing. Skálamenn komu við einum tilboði, eg havi skrivað undir, og eg gleði meg til at spæla saman við teimum.
Roknar tú við, at tit hava nakran møguleika at standa tykkum?
? Eg sá onkrar dystir hjá Skála í summar, og eg haldi, at teir hava fleiri góðar spælarar. Tað verður sjálvandi nakað nýtt hjá teimum at spæla í 1. deild, men eg havi ta fatan, at hugburðurin er góður í felagnum og millum spælararnar, og at teir eru sinnaðir at leggja nógv fyri. Tað er eitt gott grundarlag, og so má tíðin bara vísa, hvussu langt vit fara at røkka, sigur Dánial Hansen.
Grundarlagið skal vera í lagi
Kurt Rasmussen er formaður í Skála Ítróttarfelag. Hann er fegin um, at tað hevur eydnast teimum at fáa tveir spælarar, sum hava royndir úr bestu deildini, at spæla við teimum. Hann sigur eisini, at talan verður ikki um fleiri spælarar aðra staðni frá.
? Onkur av okkara egnu, sum er evnaríkur, men sum ikki hevur gjørt so nógv við tað tey seinnu árini, fer at venja aftur. Tað fer at gera hópin uppaftur breiðari. Vit fara ikki eftir øðrum spælarum, tí vit halda ikki, at fíggjarliga grundarlagið ber meiri, enn tað, sum vit nú hava bundið okkum til. Tað er sera týdningarmikið hjá okkum, at vit megna at halda tær avtalurnar, sum vit gera, undirstrikar Kurt Rasmussen.
Umframt Kurt er starvsnevndin hjá Skála Ítróttarfelag mannað við Paula Poulsen, Andrassi Hansen, Olinu Berg og Kaysten Rasmussen.
Venjari hjá Skála komandi ár verður Mathias Davidsen.