Í gjár á midnátt lat flytingarvindeygað aftur og onkrar flytingar hava verið. HB hevur gjørt sáttmála við 22 ára gamlan miðverja, meðan Skála hevur leigað Jannik Olsen og Andri Benjaminsen fyri hetta kappingarárið frá NSÍ.
Les eisini: Danskur spælari til HB
Andri Benjaminsen er 19 ára gamal og spælir fyri tað mesta á vonginum. Hann hevur spælt 16 dystir á besta liðnum hjá NSÍ, men helst er møguleikan størri at gera seg galdandi á Skála hetta kappingarárið.
Jannik Olsen er somuleiðis 19 ára gamal og kann spæla á vonginum og bakkinum. Hann hevur spælt 10 dystir í bestu deildini, men kanska høvdu teir verið fleiri, um skaðar ikki gjørdu seg galdandi.
Skála skal í morgin spæla móti B36 á Skála.