Skála fekk fult í Runavík

Tað eydnaðist ikki NSÍ at fáa nakað burturúr kommunuuppgerðini við Løkin í Runavík.

Lagið er gott í Skála ferðalagnum, sum nú fer úr Runavík og yvir aftur á Skála.

Skálamenn hava vunnið 2-1. Tað ber við sær, at NSÍ ikki longur er oddalið í Formula deildini, og tað ber við sær, at Skála hevur staðfest sína støðu á fimta plássi uttan mun til, hvussu tað fer at ganga, tá ið GÍ fer at royna seg í Gundadali ímóti HB í annaðkvøld.