Skýggj fyri sólskinssøgu – um útlát frá elbili

Tíðargrein:

Í bilteiginum í Sosialinum mikudagin 09-09-09 var ein frásøgn um ein eldrivnan lastbil, sum gartnarar hjá Tórshavnar kommunu hava brúkt í miðbýnum í Havn í summar. Greitt verður frá, at bilurin er so at siga ljóðleysur, kann koyra upp til 50 km um tíman og 60-80 km upp á eina løðing. Harafturat er CO2 útlátið 0,0 gram fyri hvønn koyrdan kilometur. Og so kann hann vippa sum ein ordiligur lastbilur.

Í Føroyum verður elektrisitet í høvuðsheitum gjørt við at lata vatn renna ígjøgnum el-turbinur, og við at spræna tungolju inn í motorar á kraftverkum. Tað hevur mangan verið ført fram, at 55% av elektrisitetinum verður framleitt við tungolju og 45% við vatni ella vindi í miðal. Í 2008 var hetta lutfall tó nærri 60 og 40% sambært ársfrágreiðing frá SEV.

 

Halló Tórshavn!

Gartnarnir í Havn hava helst brúkt henda lítla elektriska lastbilin nógv í summar. Sum flestum kunnugt hevur summarið verið sera turt og stilt, so elframleiðslan úr vatni og vindi hevur helst verið á einum lágmarki ein stóran part av tíðini. Vatnorkuverkini hava helst bert verið í gongdi nakrar fáar tímar mitt um dagin, tá lítli elektriski lastbilurin hevur tralla í Havnargøtum. Tá vatnturbinurnar eru støðgaðar, hevur hann verið settur at løða – við elektrisiteti framleitt úr tungolju?

Kom fram á ein faldara um hesar fittu lastbilarnar. Eftir øllum at døma er tað, tað størra modellið, sum verður umrøtt í Sosialinum. Hann brúkar einar 10-12 kWh til eina løðing. Tað svarar til umleið eitt kg av tungolju. Men tá bara góð 40% av orkuni í oljuni blívur til elektrisitet á verkinum á Sundi, skal hetta eina kilo faldast við 2,5. Tað vil siga, at ein løðing av lítla elektriska lastbilinum brúkar 2,5 kg av tungolju, ella kanska nakað minni.

Siga vit, at hesin fitti bilurin koyrir 75 km upp á eina løðing, koyrir hann sostatt umleið 30 km fyri hvønn litur av tungolju. Tá eitt kg av tungolju verður sprænt inn í tungoljumotorarnar, verður tað millum annað til góð 3 kg av CO2. Tað vil siga, at hesin lítli elektriski lastbilurin letur upp til 7,5 kg av CO2 út fyri hvørja løðing, ella 100 gram av CO2 fyri hvønn km, hann koyrir. Hetta er ikki serliga gott fyri ein so lítlan bil.

Sum flestum kunnugt er tungolja ein rættuliga dálkandi orkukelda. So umframt CO2 er hesin elektriski lastbilurin eisini orsøk til, at SO2 og tungmetal verða latin út. Eg veit ikki, hvussu nógv, men skjóti upp á eini 20 g SO2 í hvørjari løðing. Harafturat verða NO, NO2 og onnur evni eisini latin út í atmosferina, tá tungolja verður sprænd inn í motorarnar. Flestu vanligu bilarnir hava katalysator, sum minkar um útlátið av hesum evnum. Á føroysku kraftverkunum er tó eingin katalysator av hesum slag, mær vitandi.

SO2 verður til svávlsýru, sum súrgar mold, áir og vøtn. NO2 hevur meira enn 300 ferðir størri ávirkan á upphitingina av atmosferini enn sama nøgd av CO2. Fleiri av tungmetalunum hópa seg upp í føðini, t.d. í grind.

So tað er synd at siga, at hesin lítli, fitti lastbilurin, sum enntá kann vippa, hevur verið serliga grønur í summar. Nei, heldur tvørtur ímóti, ein rættuliga dálkandi bilur í mun til støddina, tíverri. Men útlátið var ikki í havnargøtum, tað var inni á Sundi, so kanska....

 

Halló Jóhan Dahl!!!

Jóhan Dahl, landsstýrismaður, hevur í bløðum og útvarpi nú um dagarnar boðað frá, at hann hevur bílagt sær ein stóran framkomnan elektriskan bil úr USA. Pure electric - Zero emissions? Men í Føroyum fer hesin lekri bilur helst at verða orsøk til, ein litur av tungolju verður sprændur inn í motorarnar á Sundi fyri hvørjar 25 km, hann koyrir um summarið. Og hesir bilar skulu hava nógvar fyrimunir, so vit fáa so nógvar sum gjørligt.

 

El-bilar í Føroyum

Í Svøríki, Noregi og Íslandi eru el-bilar helst eitt gott hugskot, tí so at siga alt elektrisitet verður framleitt úr vatni, jørðhita ella kjarnorku. Men soleiðis er støðan ikki í Føroyum.

Vatnorkuverkið við Eiðisvatn framleiðir í miðal einar 10 tímar um samdøgrið, helst væl minni um summarið og meira um veturin. Framleiðslan er mest um dagin, tá tørvurin á elektrisiteti er størstur, og tá flestu el-bilar helst eru til arbeiðis. Men Jóhan helt, at teir kunnu løða gratis um dagin (ein løðing av amerikanska bilinum kostar umleið 80-90 kr bara í elektrisiteti)?

Skulu elbilar geva nakra serliga meining í Føroyum, skal nógv meira elektrisitet framleiðast úr vatni, vindi, sjóarfalli, aldu, biogassi úr aldum tara, tøðum og ruski, sólarljósi ella kjarnorku, soleiðis at henda orka er tøk sum elektrisitet í ríkiligum máti allan sólarringin.

 

Grøn orka?

Elektrisitet úr vatni og vindi er eftir øllum at døma tað, sum liggur fyrst fyri. Skal hetta gera mun, verður sjálvsamt at síggja eina á renna niðan fyri 150-200 metra hædd úr sjóvarmálanum. Bert smáir løkir, sum onkran áarførisdag vísa eitt sindur av sínum gamla lagi.

Fossá, Heljareyga og Gassá í Vestmanna eru køvdar, og lendi lagt undir vatn fyri hálvari øld síðani.

Hovsá í Hovi er horvin.

Stóra áin norðuri í Dali í Borðoynni er horvin.

Eiðisvatn var bygt upp, og Breiðá løgd turr fyri eini 20 árum síðani.

Norðuri í Lýknum er turt meginpartin av árinum.

Áirnar norður ímóti Rivtanga liggja turrar.

Áirnar frá Funningi suður til Vesturdalsá sunnan fyri tunnilsmunnan eystanfyri liggja turrar.

Áirnar frá Eiðisvatni og suður til Markrá millum Svínáir og Norðskála liggja turrar.

Nú standa Tippisá og Skálá við Norðskála, og allir smáir løkir har á leið fyri tørni.

Síðani Stórá á Oyri og Breiðá, sunnan fyri Oyri. Hendan seinna er serliga sjónsk á Eysturoyarlandinum í áarføri, tá koyrt verður Streymoyarmegin. Hetta eru perlur í føroyskum umhvørvi.

Seinni verða t. d. Sandá á Selatrað og Øksnagjógv norðan fyri Skálabotn tiknar við.

Síðani verður farið yvir um Sundið, Fossá og Kluftá norðuri í Vík, og tað sum harímillum er.

Eftir tað verður helst farið vestur í Vágar, áirnar fram við Fjallavatni.

Ella til áirnar við Kalbaksfjørð, Tíggjará og Høgadalsá, fyri at halda seg í Streymoynni?

Summi kalla hetta fyri grøna orku. Jú, summar av áunum grógva til og verða grønar. Fyri mær er orkan grá, líka grá sum tær turru áarræsirnar og betongið til vatnslokurnar.

 

Íløgur og CO2-útlát

Vatnorkuútbygging seinkar vøkstrinum, og í síðsta enda minkar um CO2-útlátið, men t.d. kostar Eiði2 einar 250.000.000 kr, og minkar útlátið einans 1,6% . Krevur tað so 3.000.000.000 kr - 3 milliardir - at minka útlátið 20%? Spurningurin er, um hetta er bíligasti mátin at útbyggja elorkuna uppá í mun til minkingina av CO2-útláti? Tað hevði verið sera áhugavert at sæð eina uppgerð yvir ymsar el-orkuíløgur í mun til minking í CO2-útláti. Eisini samanborið við, hvat CO2-kvotur kosta í okkara grannalondum.