Fleiri hunda- og kettueigarar hava funnið skógarmottu, tað sum á donskum verður nevnt skovflåt, á kelidjórum teirra. Hetta sigur djóralæknastovan, sum eisini mælir til, at hundar og kettur verða kannaðar fyri skógarmottir, sum síðani verða tiknar burtur á rættan hátt, eru tær at finna á djórunum. Tað ber til at fyribyrgja bit við eitt nú bravecto, skrivar djóralæknastovan.
-Skógarmottan er ein motta, sum sýgur blóð. Hon kann vera berari av einari vandamiklari bakteriu og elva til sjúkuna borreliose. Tí er tað týdningarmikið, at mottan verður tikin burtur so skjótt sum til ber. Verður skógarmottan tikin burtur innan 24 tímar, er vandin fyri at fáa borreliosu lítil, skrivar djóralæknastovan.
- Fyri at taka skógarmottuna burtur, er best at nýta eina serliga mottu-tong. Skuldi tað hent seg, at tú ikki fært alla mottina úr, er best at ringja til djóralæknan og fáa vegleiðing har, verður kunnað.
Djóralæknastovan leggur afturat, at tey sum búgva har, sum skógarmottan javnan er at síggja, kunnu geva djórunum fyribyrgjandi viðgerð. Hesin heiligvágur ger, at mottan ikki bítur seg fasta á djóri og fyribyrgir í tríggjar mánaðir. Hesin heiligvágurin verður útflýggjaður eftir ávísing.