Grikskir sløkkiliðsmenn og hermenn stríðast við at fáa tamarhald á einum skógareldi á teirri væl umtóktu frítíðaroynni Khios. Myndugleikarnir hava sent 50 sløkkiliðsmenn, 80 hermenn, 10 flogfør og fimm tyrlur at basa eldinum, men sløkkiarbeiðið er trupult, tí tað er so frískur vindur.
Eldurin kyknaði tíðliga gjáramorgunin har suðuri á oynni, og myndugleikarnir noyddust at flyta fólkið úr trimum bygdum.
Skógareldar eru rættiliga vanligir í Grikkalandi um summarið. Teir flestu standast av tí nógva hitanum, men tað hendir meiri enn so, at tað eru fólk, sum seta eld á.