Tað skal ikki vera ov pent, sigur Jannik Hjaltalin, sølumaður hjá Skálki. Hettutroyggjur og sneakers eru in, sigur Jannik Hjaltalin. Streetwearlook?ið kemur at mynda vár- og summarmótan hjá ungum monnum í 2010. Tí hevur Planet.fo latið modellin, Tóki Hoydal, í klæðir frá Skálki.
Á myndini eri Tóki í einari reyðari t-shirt og gráari hettutroyggju frá Lewis. Bæði konufólk og mannfólk koma at ganga nógv í cowboy í summar, og tí er Tóki eisini í einum cowboyjakka og jeans frá Diesel.
Tóki er eisini í sneakers frá Nike. Prentið á t-shirtini fara vit eisini at síggja nógv til í summar, sigur Jannik.