Mánadagin kom nýggj kunngerð í gildi í Grønlandi, sum gevur løgregluni heimild at geva bøtur til fólk, sum ikki halda reglurnar um sóttarhald við komu til landið. Tað sigur grønlendska heilsumálaráðið í tíðindaskrivi. Tað eru nevniliga fleiri treytir, sum fólk, ið koma úr Keypmannahavn til Grønlands, skulu uppfylla.
Ferðafólk, sum koma til landið, skulu vísa eina negativa covid-19 test, sum ikki skal vera eldri enn fimm dagar, og testin skal takast í seinasta lagi tveir dagar fyri fráferð úr Danmark.
Fólk, sum koma til Grønlands, skulu eisini hava útfylt eitt skjal, sum sigur, hvør endastøðin hjá teimum í Grønlandi er. Tá fólk síðan koma til landið, eru fleiri forboð, sum tey skulu hava í huganum. Endamálið við forboðunum, sigur grønlendska heilsumálaráðið, er at minka um vandan fyri smittuspjaðing.
Reglurnar eru, at ferðafólk, sum koma við flogfari til Grønlands, skulu halda seg heima og ikki vera í fysiskum sambandi við onnur, tó eru fólk í sama húsi undantikin. Tað er ikki loyvt at luttaka í privatum ella almennum tiltøkum, hvørki innan-ella uttandura, og tað er ikki loyvt at renna í handlar, kafé'ir, matstovur, barrir og aðrastaðni.
Tó er loyvt ferðandi, sum koma til Grønlands, at gera neyðug keyp av matvørum og øðrum neyðsynjarvørum, sum onnur ikki kunnu keypa fyri tey. Tað er ikki loyvt ferðandi at vitja á privatum ella almennum stovnum, eitt nú ellis-og røktarheimum og sjúkrahúsum.
Í Grønlandi er hesar reglur galdandi, til ferðafólk kunnu ávísa, at tey ikki eru smittað við covid-19. Møguleiki er at lata seg kanna fimm dagar eftir komu til Grønlands og er royndin tá negativ, halda forboðini uppat.
Um fólk ikki lata seg endurkanna í Grønlandi fyri covid-19, eru forboðini galdandi í 14 dagar eftir komu. Eru eingi sjúkueyðkenni hesar 14 dagarnar eftir komu, eru forboðini ikki galdandi meira.