40 prosent av atkvøðunum. Tað fær Javnaðarflokkurin sambært veljarakanning. Harvið verður Sjúrður Skaale afturvaldur og kann fara undir fimta skeið sítt á fólkatingi.
Hitt fólkatingsumboðið verður uttan iva Anna Falkenberg úr Sambandsflokkinum, sum stendur til at fáa annan sessin við 24,5 prosentum av atkvøðunum.
Nummar trý í røðini er Tjóðveldi, sum fær 17,3 prosent av atkvøðunum, meðan Fólkaflokkurin liggur aftastur av teimum stóru flokkunum við 16 prosentum av atkvøðunum til fólkatingsvalið.
Miðflokkurin, sum er tann einasti av teimum smáu flokkunum, sum stillar upp, fær 2,2 prosent í kanningini.
Ein veljarakanning, sum Lóður gjørdi fyri Kringvarpið í síðstu viku gav líknandi úrslit. Har fekk Javnaðarflokkurin 37,7 prosent av atkvøðunum og Sambandsflokkurin 28 prosent, meðan Fólkaflokkurin fekk 14,9 og Tjóðveldi 14,4 prosent.
##med2##











