- Eg eri eitt sindur stoltur av, at føroyingar høvdu nervarnar til at halda fast. Tað segði Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, í stóra orðaskiftinum í Fólkatinginum í gjár, áðrenn símmarfrítíðina. Hann sipar til ósemjuna ímillum Føroyar og ES um makrelin og sildina.
Hann heldur framvegis, at tað var skeivt av ES at seta handilstiltøk í verk ímóti Føroyum og hann heldur, at tað var skeivt at donsku stjórnini ikki at atkvøða ímómti, men at atkvøða blankt. Kortini heldur hann, at eftir umstøðunum hevur danska stjórnin roynt at vera í parti við føroyingum.
Men nú er ósemjan av, eftir ein langan og harðan dyst, sum Sjúrður Skaale tók til. Og hann fortaldi fyri Fólkatinginum, at hann er errin av føroyingar høvdu nervar til at halda fast og ikki boygdu seg, hóast trýstið var øgiligt og prísurin ógvuliga dýrur.
Hann er eisini stoltur av, at føroyingar høvdu dirvi til at stevna ES fyri altjóða dómstólum Tað hevur uttan iva gjørt sítt til, at ES nevndin hevur boygt seg, segði Sjúrður Skaale.
- Tað eri eg eitt sindur errin av, tí Føroyingar hava ikki bara stríðst fyri seg sjálvar. Tað má ikki verða soleiðis, at vald er rætt og tá ið ES setir rættartrygdina til viks fyri fíggjarligt vald, er tað eitt brotsverk ímóti grundarlagnum fyri ES og tilverurættinum hjá felagsskapinum, segði Sjúrður Skaale.
|