Sjúrður og Anna eru vald á Fólkating

Sjúrður Skaale fekk um 10.700 persónligar atkvøður. Men Javnaðarflokkurin var nær við at fáa báðar fólkatingsessirnar

Nú tey eru við at telja saman atkvøðurnar á Hálsi er greitt, at Javnaðarflokkurin er einar 1500 atkvøður fleiri enn Sambandsflokkurin í høllini á Hálsi. Tað er ikki nóg mikið til at vinna báðar fólkatingssessirnar. Javnaðarflokkurin endar á á leið 9.900 atkvøðum, meðan Sambandsflokkurin á øðrum plássi fær um 5.700 atkøvður. 

Á Hálsi fær Sjúrður Skaale um 2.700 atkvøður, sum gevur honum umleið 10.600 persónligar atkvøður, sum er fleirifalt met.