Javnaðarflokkurin nógv størstur í Klaksvík

Sjúrður Skaale er greiður toppskorari í Klaksvík

Framgongdin hjá Javnaðarflokkinum í Klaksvík er 25,1 prosent. Flokkurin er nógv størstur og fær 47 prosent av atkvøðunum í Klaksvík.

 

Fólkaflokkurin er næststørstur við 30,1 prosenti - ein afturgongd upp á 8,5 prosentstig.

 

Sambandsflokkurin fekk 15,8 prosent, ein afturgongd upp á 7,5 prosentstig. Og Tjóðveldi  fær 5,5 prosent, sum er ein afturogngd upp á 4,8 prosentstig.

 

Nú trý stór valdømi eru eftir, hevur Sjúrður Skaale 6.955 persónligar atkvøður. Hin fólkatingslimurin, Anna Falkenberg, hevur 3.204 atkvøður.

 

##med2##