Sjúkrarøktarfrøðingar halda heilsuverkinum saman

– Eg haldi, at vit eiga at spyrja okkum sjálvi, hví heilsuverkið virkar, sjálvt um atfinnigar áhaldandi verða førdar fram.

 

Soleiðis spyrj Óluvá í Gong, forkvinna í fakfelagnum, Føroyskri Sjúkrarøktarfrøðingar. Og hon svara sjálv:

 

– Hjá mær er eingin ivi um, at tað megnarstóra arbeiðið sum sjúkrarøktarfrøðingar gera innan føroyska heilsuverkið, er einasta orsøkin. Hvønn dag, allar dagar í árinum og allar tímar í døgninum.

 

– Eg fari at loyva mær tað uppáhald, at einasta orsøkin til at heilsuverkið hongur saman enn, er at sjúkrarøktarfrøðingar átaka sær eina stóra og týðandi uppgávu. Átaka sær ábyrgdina, meðan læknin loysir aðrar uppgávur. Sjálvstøðugt standa við ábyrgd fyri sjúklinginum í hættisligum støðum og eru førir fyri at taka faklig fyrlit til gagn fyri sjúklingin.

 

 

Hon sigur, at útlendskir avloysarar mangan undrast yvir ábyrgdina og tað høga fakliga støðið, sum sjúkrarøktin í Føroyum liggur á.

 

– Undrist yvir at hetta ikki framgongur av kjakinum um heilsuverkið. Ein stórur vælútbúgvin fakbólkur sum yvirhøvur ikki verður nevndur í politiska kjakinum, skrivar Óluvá í Gong.

 

Viðmerking hennara, sum hon hevur skrivað í sambandi við aðalorðaskifti um heilsuverkið, kann lesast http://www.in.fo/news-detail/gledi-meg-til-adalordaskiftid-um-heilsuverkid/VIÐ AT TRÝSTA HER.