Hans Pauli Henryson hevur sagt seg úr starvi sum stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi og stjóri í Sjúkrahúsverki Føroya. Tað visti Kringvarpið at siga í Degi og viku fríggjakvøldið.
Einki varð sagt um orsøkina til uppsøgnina, men víst varð til brævið, hann skrivaði Heilsumálaráðanum, har hann segði:
"Eg fari hervið at siga meg úr starvi sum stjóri í Sjúkrahúsverki Føroya, og sum stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Viðvíkjandi uppsagnartíð, so kann grein 8 í setanarsáttmálanum nýtast sum grundarlag. Vinarliga Hans Pauli Henryson".
Sambært Kringvarpinum skal hava verið ósemja millum landsstýriskvinnuna, Margit Stórá, og sjúkrahússtjórarnar um týðandi mál á fundi 16. juni.
Margit Stórá vísir sambært Kringvarpinum aftur, at stríð er ímillum landsstýriskvinnuna og nakran í sjúkrahúsleiðsluni. Heldur ikki er stríð innanhýsis í leiðsluni, sigur landsstýriskvinnan.