Sjokoláta eisini góð fyri veikt hjarta

Sjokoláta er ikki bert góð fyri blóðrenslið. Nú visir ein nýggj kanning, at sjokoláta við evninum flavonol er eisini góð fyri tey, sum hava veikt hjarta

Tað er niðurstøðan hjá nøkrum granskarum, sum hava staðfest, at sjokoláta ger blóðkørini betur før fyri at víðka seg og at draga seg saman, samstundis sum hon avmarkar møguleikan fyri, at blóðpláturnar savna seg í klumpar, soleiðis sum ofta er hjá teimum, ið hava veikt hjarta.

Granskararnir hava hildið eygað við 20 sjúklingum, sum hava veikt hjarta, og sum hava fingið sjokolátu hvønn dag í fýra vikur.

Aftan á tær fýra vikurnar kundu granskararnir staðfesta, at blóðkørini virkaðu munandi betur hjá teimum, sum høvdu etið sjokolátu við flavonolum, enn hjá teimum, sum høvdu etið sjokulátu uttan flavonolum.. Gorm B. Jensen, sum er granskingarleiðini hjá danska hjartafelagnum, er sera fegin um úrslitið.

- Hetta er sera jaligt. Kanningin kundi bent á, at fólk við veikum hjarta fáa ágóða av at eta sjokolátu, men hinvegin sigur kanningin einki um, hvussu teir kannaðu sjúklingarnir vóru fyri, sigur hann.

Gorm B. Jensen ásannar, at úrslitið er jaligt fyri hjartaveik fólk, men hann vísir í sama viðfangi á, at enn er ikki kannað, hvussu sjokolátan ávirkar lívsgóðskuna hjá sjúklingunum annars, viðgerðartørvin, ella hvussu leingi teir liva. Skal greiði fáast á hesum, er neyðugt við einari kanning við nógv fleiri sjúklingum og yvir eitt longri áramál, sigur hann.


Neyðugt við rørslu

Evnið flavonol er serliga at finna í myrkari sjokolátu, men tað er eisini í fleiri fruktum, ymsum sløgum av grønmeti og í reyðvíni. Kanningar hava víst, at flavonol hevur gagnliga ávirkan á blóðkørini í kroppinum og blóðrenslið - og nú at tað eisini er gott fyri fólk við veikum hjarta.

Danska hjartafelagið mælir fólki til mátahald, tá tað snýr seg um at eta sjokolátu, og so er tað umráðandi at røra seg. Og tað heldur ikki bara sum at siga tað at brenna kaloriurnar frá 100 grammum av myrkari sjokolátu. Sambært felagnum skulu fólk

* renna í 50 minuttir við 10 kilometra ferð um tíman

* ella ganga tveir tímar og 15 minuttir við fýra kilometra ferð um tíman

* ella súkla 56 minuttir við 18 kilometra ferð um tíman

fyri at brenna kaloriurnar frá einari sjokolátaplátu um dagin.