Sjey flóttafólk druknað í Italia

Sjey flóttafólk druknaðu í gjár, tá tey royndu at koma sær til Italia, samstundis sum yvir 250 flóttafólk í havsneyð vórðu tikin upp út fyri Sicilia.

Yvir 100 flóttafólk royndu at krøkja seg í eitt tunfiskabúr, sum varð hálað av einum trolara, men tá manningin royndi at kuta endan á búrinum, endaði tað galið.

Tá sjey av flóttafólkunum royndu at sleppa umborð á trolaran, sum hálaði búrið aftan á sær, endaðu tey á sjónum og druknaðu.

Sjónarváttar siga, at flóttafólkini vórðu skumpað í havið av manningini av trolaranum, ið gjørdi alt fyri at forða teimum í at sleppa umborð.

Hóast hetta, so eydnaðist tilsamans yvir 900 innflytarum at náa italsku strondina um vikuskiftið. Leygarnáttina var ein nýføðingur millum 159 fólk, sum komu á land út fyri Kalabria.