Sjey føroyskir svimjarar til EJM

Føroyar verða umboðaðar við sjey luttakarum, tá Evropeiska JuniorMeistarastevnan í svimjing fer av bakkastokki um tveir dagar.


Fimm kvinnur og tveir menn umboða Føroyar á hesum sinni. Tey eru:


- Ásbjørg Hjelm (1999), Ægir
- Jana Bjartalíð Thomsen (2000), Ægir
- Sára Ryggshamar Nysted (2001), Suðuroyar Svimjifelag
- Signhild Dánjalsdóttir Joensen (2000), Ægir
- Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (2001), Havnar Svimjifelag
- Marius Ihlen Gardshodn (1998), Havnar Svimjifelag
- Róland Toftum (1998), Suðuroyar Svimjifelag


Við í ferðaliðnum, ið fór úr Føroyum í gjár, vóru eisini Katrin Hofgaard Sørensen, ið er við sum ferðaleiðari, og Jón Bjarnason, venjarin.


Kappingin í ár verður hildin í ungarska býnum Hódmezővásárhely og byrjar mikudagin 6. juli.