Síðani landsstýrisformaðurin í Grønlandi, Múte B. Egede, helt nýggjársrøðu sína nýggjársdag, er kjakið um sjálvstýri Grønlands kyknað aftur.
- Tað er tíð uppá at taka næsta stigið fyri land okkara, segði Múte B. Egede.
Í danska Fólkatinginum hava flestu politisku flokkarnir eisini seinastu dagarnar tikið støðu til sjálvstýrisynskið hjá Grønlandi.
Sambært Martin Breum, sum er journalistur og rithøvundur, og sum hevur skrivað nógv um Arktis og danska ríkið í fleiri miðlum, eisini – er tónin í kjakinum um sjálvstýri broyttur millum grønlendingar.
– Tað er sera týdningarmikið at halda fast um, at eingi tekin eru um, at hann (Múte B. Egede, red.) sum stjórnarleiðari í Grønlandi - um hann framvegis er tað eftir komandi val - fer at taka nýggj stig mótvegis Danmark, sigur Martin Breum.
Sambært Breum skal viðmerkjast, at landsstýrisformaðurin fyrst og fremst bjóðar borgarunum í Grønlandi at styrkja orðaskiftið í grønlendska samfelagnum um framtíðina.
– Eg lesi tað sum, at Múte B. Egede leggur stóran dent á, at hann framvegis sær tað sum, at Grønland er á veg móti sjálvstýri, sigur Martin Breum.
Bæði í nýggjársrøðuni hjá Egede, og tá hann kom fram í sjónvarpssendingini "Deadline", har hann segði spiralaátakið vera fólkadráp, er tónin vorðin munandi hvassari, sambært Breum.
Men sjálvt um kjakið um sjálvstýri er meira rúmligt í hesum døgum, so merkir hetta sambært Martin Breum ikki neyðturviliga, at Grønland heilt fer at loysa frá Danmark.
- Tað vildi verið statsskipan, men við møguleika fyri eftirfylgjandi tryggum samstarvi við Danmark á jøvnum grundarlagi, sigur hann.
Um Grønland loysir heilt frá Danmark, fer tað sambært Martin Breum at merkja bæði eina broyting í donsku sjálvsfatanini og tryggleika.
– Vit mugu altíð minnast til, at Grønland liggur í Norðuramerika. Grønland hevur veruliga týdning fyri, at amerikanarar hugsa um sína egnu trygd. Og hetta hevur sjálvandi givið Danmark og Grønlandi gott pláss í amerikansku tilvitskuni í mong ár.
Samstundis vísir hann á, at Danmark fór at missa ávirkanina í arktiska partinum av heiminum og í Arktiska Ráðnum, sum er eitt týðandi altjóða fundarstað í Arktis.
– Arktis er aftur við at gerast eitt tað týdningarmesta øki á jørðini. Hetta er fyrstu ferð í søguni, at eitt heilt nýtt hav letur seg upp fyri ferðslu. Hetta setir gongd á ein ovurstóran dynamikk í heimssamfelagnum, sum vit, um vit missa sambandið við Grønland, ikki verða ein partur av, sigur Martin Breum.
/Ritzau/