Mikukvøldið 26. november - ella um 14 dagar - verður fundur í sjálvhjálparbólkinum fyri menn, ið hava - ella hava havt - prostatakrabba. Fundurin verður frá klokkan 19-21 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58.
Ein skrá er løgd fyri kvøldið, og lagt verður fyri við, at teir, sum møta, fyrst fáa ein drekkamunn. Síðan verður boðið vælkomin, og møguligir nýggir luttakarar í bólkinum verða presenteraðir.
Á fundinum verður eisini kunnað um viku 7 í 2015, tá sjálvhjálparbólkurin fær vitjan úr Ålborg.
Síðan fer ein luttakari í bólkinum at greiða frá sínum persónligu upplivingum, meðan viðkomandi var í viðgerð fyri prostatakrabba.
Eftir framløguna verður høvi til spurningar, og kanska hevur onkur í bólkinum tá eitt hvørt upp á hjarta. Høvi verður eisini til kjak, tá orðið annars er frítt.
- Kennur tú onkran, sum er í somu støðu sum vit menn, ið hava - ella hava havt - prostatakrabba, eru hesir vælkomnir at verða við, sigur bólkurin á heimasíðuni hjá Krabbameinsfelagnum.
Myndin er av Eiriki Ólason Simonsen, sum er fomaður í sjálvhjálparbólkinum.