Besti dystur higartil?
Holland - Ukraina 3-2
Besta mál?
Patrick Schick móti Skotlandi ella Luka Modric móti Skotlandi
Hvør spælari hevur staðið seg best eftir tínari meining?
Manuel Locatelli
Hvat er komið óvart á?
Svøríki hevur yvirraskað okkum øll við at vinna bólkin. Eisini hvussu danir eru komnir aftur aftaná keðiligu hendingina við Eriksen
Hvat hevur skuffað teg?
Turkaland og Spania hava skuffað meg mest
Hvørjum heldur tú við - og hví?
Eg haldi sjálvandi við Danmark. Tað hava vit altíð gjørt heima hjá okkum
(Spurningarnir vórðu settir 23. juni - tvs. áðrenn tað bleiv avgjørt, hvørji lond komu víðari til bæði kvart- og semi-finalurnar)