Komandi hóskvøld verður Løkshøll karmur um serstaka konsert. Tað er svenska Lena Maria Klingvall, saman við egnari tónleikaratrio, sum fer at framføra eina fjølbroytta skrá við kendum og ókendum sagnum í ymiskum stíli á ymiskum tungumálum. Fleiri av kendu sangunum eru á nýggjastu fløgu hennara "Ett ögonblick", sum er fimtanda fløga hennara.
Lena Maria, sum sá dagsins ljós í 1970, var fødd við ongum ørmum, og annað beinið var nógv styttri enn hitt. Í dag ferðast Lena Maria um allan heim við søgu síni, har hon leggur dent á týdningin at liva eitt góðskufult lív og í gerandisdegnum at síggja møguleikar heldur enn mørk. Eisini er Lena Maria kend songkvinna, rithøvundur og listakvinna.
Løtuna í Løkshøll fer Lena Maria millum sangirnar eisini at siga frá søgum og ymiskum, sum hon sjálv hevur upplivað - bæði gaman og álvara. Eisini um mongu ferðir hennara, serliga í Asia.Meir er at lesa um Lenu Mariu á heimasíðu hennara www.lenamaria.com, har eisini lívssøga hennara er at finna.
Tónleikararnir eru Joakim Holgersson, klaver, Magnus Ahlgren, bass, og Robin Brokvist, trummur.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Tóru við Keldu greiða frá vitjanini hjá Lenu Mariu Klingvall.
Á hesari upptøkuni ber til at síggja og hoyra Lenu Mariu Klingvall framføra í tí svenska ríkissjónvarpinum: https://www.youtube.com/watch?v=89Xi0tUj4hg