Sjóvarhiti verma Boðanesheimið

Á býráðsfundi í dag samtykti býráðið at útvega tær smáu 3,2 milliónirnar, sum skulu til fyri at Boðanesheimið kann hitast við sjóvarhita.

Býráðið samtykti, at lækka aðrar játtanir frá 2011 og eldri fyri at útvega tær 3,25 milliónirnar, sum nú verða fluttar til Boðanesheimið.

Peningurin verður funnin soleiðis.

Eldrarøkt 750.000

Dagføring av skúlum 500.000

Fríðkan av býnum 500.000

Kirkjugarðar 500.000

Renovasjón 500.000

Smábátahavnir 500.000

Á fíggjarnevndarfundi í morgun mælti ein meiriluti, Heðin Mortensen, Jógvan Arge og Elin Lindenskov, býráðnum til at taka undir við tilmælinum og taka av tilboðnum frá Articon á 4,8 milliónir krónur at fíggja sjóvarhitan.

Ein minniluti, Sjúrður Olsen og Bogi Andreasen, taka ikki undir við tilmælinum vísandi til, at sjóvarhiti ikki er lønandi fyri kommununa.

Á býráðsfundi á miðdegi samtykti býráðið við átta atkvøðum fyri og ongari ímóti at Boðanesheimið skal hitast við sjóvarhita.