Nú skal løgtingið taka støðu til, um vit skulu lógarfesta, at x, z, c og w skulu við í almenna alfabetið í Føroyum. Sjúrður Skaale, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, hevur lagt uppskot fyri løgtingið, har heitt verður á landsstýrið um at fyrireika og leggja fram lógaruppskot, ið skal áseta, at klassiska latínska alfabetið skal vera almenna alfabetið í Føroyum, og at serføroysku bókstavirnir verða settir fyri seg.
- Í Føroyum verða, eins og í meginpartinum av heiminum, latínsku bókstavirnir nýttir. Men stavraðið ? alfabetið ? sum verður nýtt í Føroyum, er kortini ikki tað sama, sum nýtt verður í øðrum londum, ið nýta latínsku stavirnar, sigur Sjúrður Skaale.
Hann vísir á, at nakrir stavir ? C, W, X og Z ? eru als ikki at finna í alfabetinum, sum føroysk børn læra í barnaskúlanum. Og føroyskir serstavir ? tvíljóðini EI, EY, OY og strikustavirnir Á, Í, Ó, Ú, Ý ? eru settir inn í sjálvt alfabetið.
- At ávísir bókstavir eru tiknir úr alfabetinum er ógvuliga ørkymlandi, tí hesir somu bókstavir verða nýttir dagliga av øllum føroyingum, vísir Sjúrður Skaale á.
Hann sigur, at C er millum teir stavir, sum mest verða nýttir í Føroyum yvirhøvur, men hinir útihýstu stavirnir eru eisini so vanligir, at royndin at gera teir »óføroyskar« ikki kann eydnast, og aldrin fer at gera annað enn at ørkymla fólk.
? Vit tosa um CO2 útlát.
? Vit tosa um C vitaminir.
? Vit tosa um Loran C.
? Vit tosa um Lista C.
? Tá vit býta okkurt upp, geva vit tí ofta heitini A, B, C o.s.fr. T.d. kunnu vit velja lúku C, tá vit spæla Gekk.
? Vit nýta, eins og gjørt verður alla aðrastaðni, ?ABC? sum eitt hugtak. Vit siga málarans ABC, sjómansins ABC o.s.fr. Eingin tosar um AÁB?ið ? og eingin fer nakrantíð at tosa um AÁB?ið. Tað kenst fremmant, og fer altíð at kennast frammant.
? Vit nýta eisini C, tá vit lata upp flestu heimsíður, tá vit skriva .com.
? C er partur av nógvum altjóða orðum, sum verða nýtt í Føroyum.
? Nógvir føroyingar hava bókstavin C í navni sínum.
? Royndirnar at útihýsa bókstavinum C úr føroyskum fólkanøvnum níva nógv fólk, sum síggja stavsetingina av sínum navni sum ein part av sínum persónliga samleika.
? Í Føroyum tosa vit meira enn aðrastaðni um sjúkuna CTD
? At útihýsingin av stavinum C er nýtt í Føroyum sæst m.a. í vísuni um Jákup á Møn, har Nólsoyar Páll yrkir soleiðis:
Tá ið hann var á tólvta ári,
var hann sleppingur góður,
lærdi at remsa upp ABC
og sýndist at bregða til móður.
? W nýta flestu føroyingar ógvuliga ofta hvønn einasta dag, tá vit lata upp heimasíður ? WWW.
? Eisini X verður nýttur í nógvum samanhangum. Ikki minst í roknitímunum í sama skúla, sum lærir børnini, at X ikki er partur av føroyska alfabetinum.
? Z er eisini ein bókstavur, sum verður nógv nýttur í støddfrøðini.
? Nógvir føroyingar hava Z í navni sínum.
Sjúrður Skaale hevur roynt at kanna, hvørjar tær vísindaligu ella mentanarligu grundgevingarnar eru fyri at útihýsa hesum bókstavum úr okkara stavraði, men hevur onga góða grundgeving funnið.
Og uppskotssetarin heldur tað vera púra skeivt at royna at gera nakað fremmant, sum ikki er fremmant.
- Føroyskt skriftmál verður ikki veikari, tá hesir bókstavir eru partar av alfabetinum; tað verður sterkari. Tað amputeraða, »serføroyska« stavraðið styrkir ta fatan millum børn, at føroyskt skriftmál er stirvið, gamalt og óliðiligt og ikki er í samsvari við veruleikan. Tí skulu vit ikki royna at gera eitt serføroyskt alfabet í Føroyum, men halda okkum til tað klassiska latínska alfabetið, sum nýtt verður í øðrum londum, sigur Sjúrður Skaale.