Sjúrður Skaale hóttir stjórnina

– Eg havi sett sum treyt, at um donsku javnaðarumboðini í ES tinginum ikki eru ímóti hørðu tiltøkunum, sum ES tinglimir vilja seta í verk í móti Føroyum í sambandi við makrelstríðið, so stuðli eg ikki donsku stjórnini.

Tað segði Sjúrður Skaale við Rás2 á middegi.

Hann sigur, at orsøkin til, at hann var farin til Brússel í dag var júst fyri, at ríkisfelagsskapurin skal prógva sítt virði.

– Eg havi havt fundir við donsku javnaðarfólkini her og sagt, at eg ikki kann stuðla donsku stjórnini, um hon ikki tekur frástøðu frá hesi víðgongdu linjunini, og um tey ikki halda seg til tað, sum WTO hevur samtykt, sigur Sjúrður Skaale.

Hann sigur tí, at donsku javnaðarumboðini vita, at tað fær politiskar avleiðingar heima í Danmark, og tað skilja tey.