Sjó­rænarar, homo­fobar og taparar

Hetta hevur verið eitt óført summar fyri Føroyar úti í heimi.
Sjáldan hava vit havt so nógvar yvir­skriftir um okkum í útlendskum miðlum, sum júst hetta summarið. Vit hava rokkið kring alt Europa, til India og Japan, til Kanada og USA og eisini til miðeystur upp til fleiri ferðir.
Vit vilja jú so gjarna verða kend uttan­lands, og vit føroyingar vita jú væl, at vit eru ein væl upplýst, útbúgvin og siðilig tjóð, sum kann drekka coco-choko-café-latté á café, eta sushi á matstovu og smakka dýrabarastu føroysku matmentanina í hvørjum króki í landinum. Vit ganga til listaframsýningar, konsertir, móttøkur og á festivalar. Vit rógva út, egna, fletta, fleyga og hoyggja. Vit lurta eftir røðum, kjakast og skemta okkum.
Men hvat er tað, sum vit í summar eru blivin kend fyri uttanlands.
Jú, vit verða kallað sjórænarar, homo­fobar, barbarar og taparar.
Sjórænarar, tí vit hava ásett okkum egin­kvotu av makreli, og tað eru grannarnir í øðini um.
Homofobar, tí ein politikari ikki skoytti um at eta saman við einum samkyndum stats­leiðara á vitjan í Føroyum.
Barbarar, tí vit slakta smáar og stórar grinda­hvalir í blóðugum drápum á firðum og vágum.
Og taparar, tí vit megna lítið millum stóru fótbóltstjóðirnar, sum vit dystast við.
Hissini heimligar ætlanir um taka heimin við marknaðarføring – branding – av Før­oyum hava ongan kjans, tá ið stóru út­lendsku miðlarnir koyra Føroyar í yvir­skriftirnar. Tá verður okkara marknaðar­førings-jolla tikin av eini tsunami-aldu.
Øll umrøða er góð umrøða verður sagt. Og lat okkum bara vóna tað.
Í løtuni eru vit so kend fyri at elska grind meira enn samkynd.
Og at vinna meira í makrelfiskiskapi enn í fót­bóltsdystum.
Vit – sjórænarar, homofobar, barbarar og taparar.