Sjónvarpið skatt okkara umdømi

Hóast fjølmiðlaábyrgdarlógin gevur okkum rætt til at koma við aftursvarið, letur leiðslan á tíðindadeildini í Sjónvarpinum sum onki, og er ikki komið við nakrari rættleiðing. Tí hava vit í dag, gjøgnum advokat okkara, kært Sjónvarpi til Fjølmiðlanevndina.

Tíðindaskriv

 

Sjónvarpið skatt okkara umdømi

 

Hóast fjølmiðlaábyrgdarlógin gevur okkum rætt til at koma við aftursvarið, letur leiðslan á tíðindadeildini í Sjónvarpinum sum onki, og er ikki komið við nakrari rættleiðing. Tí hava vit í dag, gjøgnum advokat okkara, kært Sjónvarpi til Fjølmiðlanevndina.

 

Í Degi og Viku fríggjadagin í næstseinastu viku 15. juni, og aftur týsdagin 19. juni og fríggjadagin 22. juni í seinastu vikuni, varð felag okkara umrøtt í Degi og Viku.

 

Í innslagnum sum var seinasta fríggjadag varð róð uppundir, at fyritøka okkara, Viking Smíð, í samband við umbygging av Gamla Realskúlanum Viking Smíð fekk framíhjárætt til arbeiði. Grundgevingarnar fyri hesum uppáhaldinum hjá Sjónvarpinum var, at fyrrverandi stjórin í Viking Smíð er sonur til tekniska stjóran hjá kommununi.

 

Ongi framíhjárættindi

Innslagið í Sjónvarpinum var fult av feilum og gav eina fullkomiliga skeiva mynd av hvussu vit fingu arbeiði uppá Realskúlan. Veruleikin er nevnliga, at leiðarin fyri Húsaumsitingina hjá kommununi bað okkum koma við einum tilboði, sum teir so tóku av.

 

Skelkaðir

Vit vóru rættuliga skelkaðir av hesi mistonkiliggering hjá Sjónvarpinum, tí teir høvdu ikki so mikið sum tosa við nakran av okkum frammanundan, men slongdu bara nakrar pástandir og lygnir út.

 

Vit sendu tí Sjónvarpinum eitt skriv tíðliga mánamorgunin 18. juni 2007, og bóðu um ein týðiliga rættleiðing beinanvegin, sum vit hava krav uppá eftir lógini. Men Sjónvarpið hevur ikki latið við seg koma yvirhøvur, og hevur framvegis ikki tosa við nakran okkara. Og higartil er ongin rættleiðing komin. Tvørturímóti helt útspillingin fram týsdagin og fríggjadagin í seinastu viku.

 

Hava satsa nógv

Vit eru 2 ungir menn sum hava satsa nógvan pening og okkara framtíð uppá Viking Smíð, sum vit keyptu á vári 2006, og vit hava fingið ein góðan hóp av ungum og dugnaligum starvsfólkum til felagið, og víðka støðugt um virksemi. Fyri nøkrum vikum síðani umskipaðu vit felagið, og tá tók eg við sum stjóri í felagnum.

 

Vit halda at tað er nógv fyri, at verða hongdir út uppá hendan mátan, tí tað eru vit sum av deildarleiðaranum fyri Húsaumsitingina blivu bidnir um at loysa eina uppgávu og ein trupuleika fyri kommununa, og ikki umvent. Teirra Húsaumsiting bað um okkara tænastur og tað hava teir fingið, og vit hava so ongar kærur fingið um at teir ikki eru nøgdir við okkara arbeiði.

 

Hava fingið nokk av Sjónvarpinum

Nú hava vit fingið nokk av hesi útspillingini. Sjónvarpi hevur framvegis ikki gjørt tær kanningar teir hava skyldu til áðrenn teir bóru fram slíkar skaðiligar pástandir um Viking Smíð, og tá teir eru so arrogantir, at teir ikki hava rættað sínar feilir aftaná, hóast teir hava havt fleiri dagar til tað, hava vit í dag, umvegis advokat okkara, kært Sjónvarpið fyri Fjølmiðlanevndina.

 

Vegna Viking Smíð

 

Bergur Lutzen, stjóri

Tlf:565601