Sjómenn aftur á vøllin í Klaksvík

Tær skipsmanningar, sum ætla sær at verða við í innandurakappingini millum jól og nýggjárs, skulu boða frá luttøku í seinasta lagi, 15. desember

Hugni

Aftur í ár fara fiskimenn og sjófólk annars at spæla innandurafótbólt í Klaksvík.
Kappingin verður í Ítróttarhøllini í Klaksvík, og hon verður leygardagin, 28. desember.
Tá Ið liðugt er, og menn eru úttuskaðir, verður borðhald í Skúlaheiminum, har sjófólk kunnu halda sær at gamni afturvið einum góðum bita.
Heiðurslønir verða lætnar vinnandi liðunum.
Teir, sum skipa fyri kappingini, siga, at neyðugt er at boða frá luttøku í seinasta lagi, 15. desember, og hetta verður gjørt við at ringja á telefon 217739 ella við at senda eitt telefaks á telefon 457611. Eisini ber til at senda ein teldupost til adressuna palli@chr-i-grotinum.fo
Kostnaðurin fyri luttøkuna, er 1000 kr. fyri hvørt liðIð og tilber at hava 8 leikarar á hvørjum liði.
Tað er stuttligt, at manningar soleiðis taka seg saman og skipa fyri hugna millum høgtíðirnar, tá ið nógvar skipsmanningar eru heima.
Spurningurin er so, um hetta ávirkar landsfundin hjá Føroya Fiskimannafelg, Ið plagar at vera um nøkulunda somu tíð.
Vit ynskja manningunum eina góða og undirhaldandi fótbóltskapping.