Fyri fyrstu ferð var skipað fyri Sjómannadegi í Klaksvík leygardagin. Tiltøk av øllum hugsandi slagi vóru á skránni, og stórur áhugi var fyri tiltakinum.
Longu tíðliga leygarmorgunin vóru sera nógv fólk á Stongunum og fylgdu við, tá ið Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, setti dagin, bjargingarbáturin Ziska kom til Klaksvíkar og Norðoya Sparikassi bjóðaði morgunmat.
Gjøgnum dagin vóru nógvar stuttligar og øðrvísi kappingar á skránni, og eisini hesum kappingunum var stórur áhugi fyri. Alt frá sjómanstaki, togtogan til egning og kelving varð at undirhalda sær við, og luttakararnir vóru bæði frískir og raskir.
Alt gekk upp á stás, men tá ið tað seint á kvøldinum fór at regna, varð dansurin á Stongunum avlýstur.
Fyrireikararnir meta, at tað vóru millum tvey og trý túsund fólk á Stongunum leygardagin, og tiltakið verður aftur um eitt ár.