Hóast tað fleiri ferðir er nevnt, at Sjálvstýrisflokkurin er einasti flokkur, sum er ímóti Sandoyartunlinum, so er veruleikin ein annar.
Rúna Sivertsen, valevni hjá Sjálvstýrisflokkinum heldur, at tað er rætt at gera Sandoyartunnilin og at leggja farleiðina til Suðuroynna umvegis Sandoynna.
- Tað er alneyðugt at útbyggja samferðslukervið á ein skilagóðan hátt. Tí er ikki nóg mikið bert at vera ímóti, men vit mugu eisini hava eina loysn at vísa á, sum fremur framgond á øllum økjum fyri alt landið, sigur hon í politiskari viðmerking.
Hon mælir til eina heildarloysn fyri Sandoynna og Suðuroynna eftir eini tíðarætlan, sum eisini gevur pláss fyri, at vit samstundis kunnu nýta pening upp á onnur samfelagsvirði. Skal Suðuroyggin yvirliva er alneyðugt at sambandið við meginøkið gerst betur, heldur hon.
- Ein góð loysn fyri júst Suðuroynna hevði verið ein tunnil til Sandoynna, soleiðis at túratalið við Suðuroynna kundi verið minst tvífaldað, sigur hon.
Rúna Sivertsen sigur, at hetta er ein loysn, sum vit mugu gera eftir eini tíðarætlan, sum fyrst og fremst er fíggjaliga forsvarlig, men eisini tekur atlit til, at hon má fremjast, áðrenn Suðuroyggin doyr út.










