Sjálvstýrisflokkurin hittir veljarar

Hvønn hósdag hevur Sjálvstýrisflokkurin opið hús á gamla apoteki. Nýggja tiltakið kallar flokkurin Tingstovan

Hósdagin fer Sjálvstýrisflokkurin á tingi undir eitt nýtt tiltak við heitinum Tingstovan, har møguleiki verður at koma á gátt í flokshølunum hjá flokkinum á Gamla Apoteki. Endmálið er at lata upp fyri tættari sambandi við veljaran og geva fólki møguleikan at koma á tal við tingbólkin.

Flokkurin sigur í tíðindaskrivi. at í Tingstovuni fáa fólk møguleikan til eitt prát við tingbólkin um mál, sum hava teirra áhuga.

- Tingbólkurin vónar á henda hátt at fáa íblástur og upplýsingar frá fólki, sum hava innlit í ymisku málini, sum koma fyri á tingi. Vónandi fara fólk at, ið hava eitthvørt upp á hjarta, at nýta hetta høvið at gera sína ávirkan galdandi, sigur flokkurin.

Tá Tingstovan hevur opið hús, verður eisini ein drekkamuður og ein breyðbiti at fáa.

Sum eina roynd hevði Tingstovan opið hús seinasta hósdag fyri valevnum og øðrum. Hetta eydnaðist sera væl, og vóru øll samd um, at hetta var eitt gott tiltak.

Tingstovan hjá Sjálvstýrisflokkinum, á Gamla Apoteki á Áarvegi 2 í Havn, verður opin hvønn hósdag millum klokkan 12.00 og 13.30, hetta til tingið fer heim í summarfrí – og øll eru vælkomin, sigur Sjálvstýrisflokkurin.