Sjálvstýrisflokkurin hevur rikið fyri vág og vind

? Sjálvstýrisflokkurin hevur seinastu árini rikið ov nógv fyri vág og vind, og flokkurin er komin burtur frá sínari stevnu. Tað er neyðugt at staðfesta, hvat flokkurin veruliga stendur fyri, heldur Sámal Petur í Grund, nýggjur landsnevndarformaður í Sjálvstýrisflokkinum

Nýggi formaðurin í landsnevndini hjá Sjálvstýrisflokkurin heldur, at flokkurin má finna aftur til sína stevnu og staðfesta, hvat flokkurin veruliga stendur fyri.
? Sjálvstýrisflokkurin hevur seinastu árini rikið ov nógv fyri vág og vind, og flokkurin er komin burtur frá sínari stevnu, heldur Sámal Petur í Grund, sum er fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaðurin fyri Sjálvstýrisflokkin.
? Nú má Sjálvstýrisflokkurin finna aftur til sína upprunaliga stevnu og gera greitt, hvat politikkurin hjá flokkinum er. Tað eru fleiri mál, sum flokkurin hevur gjørt ov lítið við seinastu árini, og Sjálvstýrisflokkurin hevur spakuliga flutt seg tann vegin, at fólk ikki longur vita, hvat flokkurin stendur fyri.
Nýggi landsnevndarformaðurin heldur, at loysnin hjá flokkinum er at hava greiðari politikk, fáa boðskapin betur út, styrkja baklandið í flokkinum og fáa innanhýsis arbeiðsgongdina betur skipaða.

Úr fýra niður í eitt
Sámal Petur í Grund var leiðandi politikari í Sjálvstýrisflokkinum nógv av nítiárunum, og flokkurin hevði tá meira vind í seglunum, enn hann hevur nú. Árini frá 1998 til 2002, tá ið fullveldissamgongan sat við valdið, hevði Sjálvstýrisflokkurin tvey landsstýrisfólk og tvey løgtingsfólk.
? Tað er ein sera stór broyting fyri flokkin at fara frá tveimum umboðum í landsstýrinum og løgtinginum og til nú bara at hava eitt løgtingsumboð, sum situr í andstøðu, sigur Sámal Petur í Grund.
? Tað sigur seg sjálvt, at tann eini politikarin kann ikki hava orku til bæði at føra politikk í løgtinginum og at markera flokkin. Tí má baklandið í flokkinum styrkjast, og vit mugu fáa eina innanhýsis arbeiðsgongd at virka, sigur hann.

Fleiri mál at taka upp
Sámal Petur í Grund heldur, at tað eru fleiri mál, sum flokkurin eigur at gera meira við.
? Eitt er pensiónsmálið, sum vit fyrr hava arbeitt nógv við. Mynstrið í fólkinum broytist til, at tað verða lutvíst fleiri eldri fólk, og tað er ein gyltur møguleiki fyri samfelagið, um vit gera nakað við hetta. Um vit einki gera, so kann eg næstan ikki ímynda mær, hvussu hóttafallið verður, sigur Sámal Petur í Grund.
Hann heldur eisini, at Sjálstýrisflokkurin er komin eitt sindur av leið í vinnupolitikkinum og eigur at finna aftur til síni upprunaligu sjónarmið.
Landsnevndarformaðurin heldur, at Sjálvstýrisflokkurin framvegis kann hava ein týðandi leiklut í føroyskum politikki.
? Sjálvstýrisflokkurin hevur bygt brýr millum vinstra og høgra og millum sjálvstýri og samband, og tann leiklutin kunnu vit aftur fáa. Men tað er umráðandi, at flokkurin hevur ein greiðan politikk og kann vaksa til næsta løgtingsvalið, tí tað er tungt fyri flokkin at verða so lítil, sigur Sámal Petur í Grund.