Sjálvmál til fakfeløgini

Turið Debes Hentze
????
Tað skuldi vera eitt átak móti landsstýrinum, men gjørdist eitt álop á ein av teirra egnu, og eftir stendur myndin av forkvinnuni fyri sjúkrarøktarfrøðingarnar, í verjustøðu, nú hon á sínum persónligu herðum má bera ábyrgdina av, at felagstiltakið móti landsstýrinum miseydnaðist ? tí hon ringdi inn til fimmaran!
Hví skuldi so lítið til at steðga átakinum. Var átakið ov illa gjøgnumhugsað, ella vóru kanska beinleiðis mistøk gjørd?.
Samanhald móti einum felags fígginda kann kennast tølandi, men at spæla við vøddunum móti einum sterkari parti, er býttisligt og ikki vandaleyst. Málið verður mist av hondum, samstundis sum tú missir andlit. Landsstýrið hevði longu fingið viðhald í fútarættinum og kendi seg fyribils sum ein vinnara, nú feløgini í avmakt gjørdu av at mótmæla brúkinum av fútarættinum í arbeiðsósemjum.
Men hvør var konstruktión í hesum løgna átaki, sum var ein beinleiðis fylgja av trætuni á landssjúkrahúsinum, men sum feløgini nú løgdu stóran dent á at taka frástøðu frá, ein avgerð, sum eftir mínum tykki júst var orsøkin til, at átakið gjørdist tannleyst og í uttan innihald. Eitt slag út í tóma luft móti einum fjarskotnum mótparti, sum lítið fór at merkja til svian av arbeiðssteðginum, sum skuldi vera - ikki fyrstkomandi fríggjadag, men næsta fríggjadag!
Ikki løgið at óróð kom í millum fakfeløgini, og at bert ein uppringing til fimmaran fekk korthúsið at rapa. Hetta var jú ikki nøkur góð sak at fylkjast um ? ongin átti i veruleikanum sakina. Meiri undrunarsamt er eftir mínum tykki tann manglandi sjálvrannsakanin hjá fakfeløgunum. Hesi tiga og lata hanga í luftini, at hevði forkvinnan ikki gjørt handa brølaran, so hevði støðan verið ein onnur.
Veruleikin var og er jú tann, at stríðið millum fakbólkarnar í landssjúkrahúsinum als ikki er av. Hesir bólkar samdust um at grava stríðsøksina niður fyri at gera felags front móti landsstýrinum. Hvussu hetta uppskot um eitt felags átak er framkomið og frá hvørjum, veit eg ikki, men freistandi er at hugsað sær, at tað eru onnur fakfeløg enn júst tey, sum eru partur í trætuni á landssjúkrahúsinum, sum hava gingið undan, og hava nýtt høvi at brúka trætuna til egin áhugamál.
Sjúkrarøktarfrøðingarnir, giti eg, hava í byrjanini verið fegnar um stuðulin, sum tó ikki hevur verið so fløvandi kortini, tí tær máttu ikki kenna hetta átak sum ein stuðul til teirra sak. Annar fakbólkur á landssjúkrahúsinum, jarðamøðurnar, eru í trætuni strategisk so væl placeraðar mótvegis landsstýrinum (ella leiðsluni á landssjúkrahúsinum), at tær hava neyvan havt tann stóra áhugan í hesum mótmæli. Fyri hesar hevur tað havt alstóran týdning at fá út boðskapin um, at átakið onki hevði við trætuna á landssjúkrahúsinum at gera.
Væl er hugsandi, at bólkarnir sum liggja í stríði á føðideildini, eitt sindur hálvhjartað og uttan at hugsað seg nóg væl um, hava latið seg draga við inn í hesa nýskaptu konfliktuna, sum felagsátakið móti landsstýrinum í veruleikanum er. Ein proklamatión sum ikki hevði rættiligt kjølfesti í fakfeløgunum, men var eitt síðuskot á eini heitari trætu, og sum tey flestu fakfeløgini tí eisini høvdu trupult við at identificerað seg við ? men sum teir stríðandi fakbólkarnir á landssjúkrahúsinum hin vegin høvdu ilt við at halda burtur frá teirra egnu trætu. Tað var reaktiónin upp á Fimmaran eisini eitt týðuligt tekin um, tí í veruleikanum varð har jú ikki sagt annað enn tað, sum vit øll vistu frammanundan.
Tað ber til eina løtu at leggja til viks innanhýsis ósemjur fyri at fremja felags mál, men ósemjurnar hvørva ikki, og gerast skjótt virknar aftur, um felagsátakið ikki eydnast bæði skjótt og væl. Átakið hjá fakfeløgunum var ikki nóg væl grundað, júst tí tað ikki var knýtt at eini ávísari aktuellari trætu. Sakin var ikki nóg góð til at halda burtur tær innanhýsis trætur, sum øll vistu vóru grundarlagið undir átakinum, men sum roynt varð í orðum at skúgva til viks og fjala, og láta sum um tær ikki vóru har.
Trætur og ósemjur kunnu ikki kvalast, men mugu viðgerast við tí álvarsemi tær krevja. Og tá ræður um trætur og fjølmiðlar, so má hugsast fleiri leikir fram. Tað varð ikki gjørt, tí sigast má, at tað er bláoygt og kanska eisini arrogant av fakfeløgunum, aftaná at hava boðað frá arbeiðssteðgi, at játta at luttaka í útvarpssending við høvuðspersóninum í trætuni á føðideildini, landsstýrinum, væl vitandi at trætan á landssjúkrahúsinum framhaldandi prutlar lívliga undir lokinum.
Onkur segði, at bara tað at forkvinnan ringdi inn til fimmaran var álitisbrotbrot. Er ikki eisini orsøk til at seta spurnartekin við rættleikan í, at fakfeløgini yvirhøvur luttaka saman við landsstýrinum í hesi sending. Landsstýrið, sum høvuðspersónur í trætuni, hevur alla arenaina fyri seg sjálvan saman við einum fakfelag, sum ikki var partur í trætuni, og tí sjálvandi als ikki so obs upp á hesa, men situr og tosar um fútarætt, meðan partarnir í undirliggjandi trætuni á landssjúkrahúsinum ikki luttaka, men mugu lata sær lynda at sita við hús og lurta eftir orðunum, sum fella í Fimmaranum.
Jarðamøðurnar draga somu línu sum landsstýrið, so tær hava ikki nógv at váða við luttøku landsstýrisins, men sjúkrarøktarfrøðingarnir eru í andsøgn til landsstýrið og kenna seg noyddar at koma við rættleiðingum, til tað sum sagt verður. Tað er so einkult og sjálvsagt.
Hvussu kundi nakar ímyndað sær, at Fimmarin bara skuldi snúgva seg um fútarætt ella ikki í ein heila tíman?