Myndugleikarnir í amerikanska statinum Kalifornia staðfestu í dag eina lóg um, at sjálvkoyrandi bilar kunnu brúka teir almennu vegirnar í statinum sum lið í nøkrum royndarkoyringum at menna teldustýrdar bilar.
-Hetta er science fiction, sum er morgindagsins veruleiki, segði guvernørurin, Jerry Brown, inni á skrivstovuni hjá Google.
Tað var ikki av tilvild, at guvernørurin var har, tí Google gongur undan í arbeiðinum at menna tøknina, sum er neyðug til bilar, sum hvørki skulu hava mannahendur at stýra ella mannaføtur at bremsa.
Google sigur, at gongst sum ætlað, verða teir sjálvkoyrandi bilarnir vanligir á vegunum í Kalifornia um fimm ár.