Tað skal ein góður vilji til at misskilja mína stuttu viðmerking til Norðlýsið, tá ið blaðið herfyri spurdi, hví Klaksvíkar Kommuna ikki verður við í skeiðnum í Íslandi, sum KSF skipar fyri í mars mánaði.
Evnið í nevndu grein hjá Norðlýsinum var luttøkan hjá Klaksvíkar Kommunu og ikki skeiðið sum heild.
Eg varð spurd av blaðnum, hví Klaksvíkar Kommuna hesaferð hevur valt at lata vera við at luttaka í hesum skeiðnum, og so greiddi eg stutt frá orsøkini.
Samstundis legði eg dent á – sitat: ”at skeiðini eru sera áhugaverd og serliga mennandi fyri tey sum eru nývald, og eisini føli eg, at vit hava fingið nógv gott burtur úr – sum m.a. samanhald og samstarv millum kommunustýrislimir í ymiskum kommunum”.
Tí skilji eg ikki útleggingina og reaktiónina hjá Heðini Mortensen, formanni í Kommunusamskipan Føroya, men hinvegin eri eg fegin um, at hann ger vart við seg, soleiðis at eg fái høvi at afturvísa møguligar misskiljingar.
Serligar
umstøður
Sum heild í Føroyum og ikki minst her í Klaksvíkar Kommunu eru tær vinnuligu umstøðurnar heilt serligar í løtuni, og tí letur tað seg ikki gera hjá okkum at taka lut í øllum, sum vit áður hava gjørt. Eisini noyðast vit at takka nei til skilagóð tiltøk sum eitt nú hetta skeiðið, og orsøkin er snøgt sagt, at vit í løtuni hava ikki fíggjarligar umstøður.
Umleið 95% av útflutningsvirði Føroya stava frá fiskvinnuni, og tað er øllum kunnugt, at høvuðsvinna okkara í løtuni er sera illa fyri. Tað hevur fyrr víst seg, at kreppur í vinnuni raka Klaksvík skjótt, og soleiðis er eisini hesaferð.
Í løtuni eru partar av fiskivinnuni illa fyri. Eitt nú er Kósavirkið her í kommununi framvegis afturlatið, arbeiðsloysið er vaksandi, og fiskiskipini eru fleiri í tungum sjógvi.
Býráðið hevur umrøtt hetta málið, og er avgerð tikin um, at vit sjálvi taka stig til eina røð av styttri skeiðum fyri býráðslimir.