Nógva kjakið um framtíðina hjá bygdastevnunum, nú festivalarnir gerast alsamt fleiri og størri, hevur ikki fingið Dávur Winther, mentanarleiðara í Klaksvíkar býráð, at ivast í, hvønn leiklut Norðoyastevnan skal hava framyvir.
- Norðoyastevnan er okkara lokala tjóðarhátíð her norðuri og kann als ikki samanberast við onnur tilboð. Hon er ein partur av okkara lokalu søgu og nógv av tí, sum er á skránni, hevur røtur í aldargomlum siðvenjum, sum vit eiga at standa saman um at varðveita, sigur Dávur.
Tað fólksliga fremst
Dávur vísir á, at á Norðoyastevnu koma fólk fyrst og fremst saman um tað fólksliga, har tey sjálvi føla seg sum ein part av tí, sum gongur fyri seg. Markið millum ?yder og nyder? er lágt, og soleiðis skal tað eisini vera, tí vit eru øll saman um at skapa Norðoyastevnuna.
- Tað kann vera, at alt ikki er so professionelt, men vit eiga at minnast til, at tað í høvuðsheitum eru áhugafeløg, sum skipa fyri og leggja eitt stórt sjálvboðið arbeiði, bæði í stevnuna men ikki minst í virksemið hjá felagnum restina av árinum. Á Norðoyastevnu hava fólk so møguleika at stuðla feløgunum, og familja og onnur kunnu nýta høvið at síggja, hvar tað er, tey ungu halda til í frítíðini. Hetta er alt nakað, sum er við til at skapa ein felags trivnað í lokalsamfelagnum, sigur Dávur.
Eftir hansara tykki nøktar Summarfestivalurin ein heilt annan tørv, har miðað verður ímóti at geva fólki eina stórfingna og intensa tónleikauppliving her og nú.
- Tað er eydnast festivalinum at skapa fíggjarligar karmar fyri einum tiltaki á hægsta professionella støði, og sum vit øll fegnast um og eru stolt av. Men tað er ikki uppgávan hjá festivalinum at skapa eitt høvi hjá eitt nú teimum smáu áhugafeløgunum at gera vart við seg ella at markera gamlar siðir. Tann leiklutin eigur Norðoyastevnan framvegis at hava, sigur Dávur.
Lokal tjóðarhátíð
Davur heldur, at Norðoyastevnan uppá nógvar mátar er ímyndin av nøkrum gomlum føroysku siðvenjum, sum vit ikki rættiliga uppliva á sama hátt í samband við onnur tiltøk. Til dømis hetta, at vinir og kenningar koma at gista í nakrar dagar, og at fólk annars nýta høvið at ganga húsagongd.
- At hava serliga góðan mat inni og kanska gera eina stóra grýtu við onkrum góðum er jú fastur táttur í heiminum hjá nógvum á Norðoyastevnu. So tú kanst siga, at pallurin á Norðoyastevnu røkkur heilt úr stovunum hjá fólki og út til Kunoyarnes, har kappróðurin byrjar, sigur Dávur.
Kappróðurin er, sum vera man, hæddarpunktið hjá teimum flestu á Norðoyastevnu. Fá munnu duga at ímynda sær eina Norðoyastevnu uttan ein túr oman á keiina at fylgja við, hvussu tað gongur hjá teimum ymsu bátunum og at hitta fólk.
- Um veðrið er til vildar, er hetta eisini løtan, tá nógv nýta høvið at fara út at spáka í føroyskum klæðum. Hetta er eisini ein avgerandi munur millum tær báðar stevnurnar, tí ongin hevði funnið uppá at latið seg í føroysk klæðir og farið oman í Vágsbø at lurta eftir Shakin? Stevens, sigur Dávur.
- Norðoyastevnan er eitt slag av tjóðarháðtíð hjá okkum norðoyingum. Børnini hava føroysk fløgg við, tá tey fylgja Klaksvíkar Hornorkestri og skrúðgonguni, tey vaksnu fara á midnáttarsamkomu at lurta eftir eini røðu, sum oftast fyrst og fremst snýr seg um tey sjálvi, syngja Klakvíkssangin, sum eitt av okkara lokalu skøldum hevur yrkt, og seinni fara tey kanska uppá gólv. Hetta alt nakað, sum styrkir okkara samleikakenslu og minnir okkum á okkara felags røtur.
Framtíðin
Í løtuni er tað okkurt, ið bendir á, at hetta kanska verður seinasta Norðoyastevnan, áðrenn Norðoyatunnilin letur upp. Í øllum førum er ongin ivi um, at tey, sum skipa fyri, mugu fyrireika seg uppá, at munandi fleiri avbygdafólk fara at leita sær til Klaksvíkar á Norðoyastevnu framyvir.
- Hetta fer at seta nøkur onnur krøv til Norðoyastevnuna, men tað er ikki einasta orsøkin til, at vit eiga at dagføra Norðoyastevnuskránna. Hvussu tað skal gerast, verður upp til nevndina í NFÍ ? bara vit tryggja okkum, at tað fólksliga og tað siðsøguliga framvegis verður høvuðseyðkennið við Norðoyastevnuni, sigur Dávur Winther.