Sjúkrarøktarstjórin sagt upp

Lisbeth Lykke Bruun hevur sagt seg úr starvinum sum sjúkrarøktarstjóri á Landssjúkrahúsinum frá 1. mars 2009 -Eg havi verið sera glað fyri mítt starv sum sjúkrarøktarstjóri á Landssjúkrahúsinum og havi gjøgnum mína starvssetan havt fullan stuðul og uppbakning til mínar arbeiðsuppgávur, sigur Lisbeth Lykke Bruun í tíðindaskrivi.

Hon sigur, at starvið sum sjúkrarøktarstjóri á Landssjúkrahúsinum hevur verið fult út nøktandi í mun til tey krøv, væntanir og avbjóðingar, sum hon hevur kent í mun til starvið. Her undir tey mongu menningarátøkini, sum eru ígongd, m.a. THS, og ?tann góða sjúklingagongdin? og trivnaðarfremjandi átøk, so sum felags innleiðsla til nýggj starvsfólk, menningarsamrøður og leiðslumenning.