Sjúkrarøktarfrøðiskúlin gongur á odda

Nú tilgongdin at skipa føroyskar útbúgvingar í tráð við altjóða leist er byrjað, er vert at kveita at nýggju føroysku Sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingini. Framskygni og vakin eygu hava gjørt sítt til, at útbúgvingin nú ikki bara fylgir altjóða krøvum, men eisini er á hægri støði enn tann danska

Í fyrispurningi til Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharra, undraðist løgtingskvinnan Annika Olsen herfyri á, at Føroyar ikki formliga eru ein partur av sokallaðu Bologna avtaluni frá 1998. Heili 45 lond eru nú við í hesi avtaluni, sum ásetur felags krøv til hægri útbúgvingar í Europa. At Føroyar ikki eru partur av avtaluni kann hava við sær, at útbúgvingar, tiknar í Føroyum, ikki verða góðkendar í altjóða høpi.
Í svarinum til Anniku Olsen ásannar mentamálaráðharrin, at tíðin nú tykist at vera búgvin til at Føroyar formliga fara uppí Bolognatilgondina. Hvørjum bíða hevur verið eftir, tykist heldur ógreitt, eins og lítið ítøkiligt varð at frætta um, nær hendan yvirlýsing kemur at galda fyri hægri útbúgvingar í Føroyum sum heild.
Væl fyrireikað
Hvussu stóran týdning tað hevur at skipa føroyskar útbúgvingar í tráð við Bolognayvirlýsingina ásannaði forkvinnan í Felagnum Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, Jana H. Dalsgaard, longu í 2001, tá farið varð undir at broyta sjúkrarøktarfrøðingaútbúgvingina. Jana H. Dalsgaard hevði frá byrjan sett seg væl inn í Bolognaásetingarnar og tók alt fyri eitt stig til, at felagið fekk eitt umboð við í nevndina, sum skuldi arbeiða við at gera nýggja lóg um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum.  Hetta nettupp fyri at tryggja sær at nýggja útbúgvingin kom at fylgja Bolognaásetingunum og eitt nú ikki gjørdist enn eitt kopi av donsku útbúgvingini, sum ikki fylgir hesum ásetingum. Fyri donsk sjúkrarøktarfrøðilesandi hevur hetta millum annað við sær, at tey ikki frítt kunnu flyta ímillum útbúgvingar og ikki kunnu fara undir beinleiðis víðari lestur.
Altjóða støði
Nú tilgongdin at skipa aðrar útbúgvingar í Føroyum eftir Bolognaleisti er byrjað vil Jana avgjørt mæla til, at umboð frá sjálvum lærustovninum og fakøkið eru við frá byrjan.
- Tað var heilt avgerandi fyri okkum, at bæði skúlin og fakfelagið fingu fyrstahondsinnlit í hetta arbeiðið frá byrjan. Ein nevnd, sum bara er mannað av embætisfólki hevur jú ikki somu bakgrund, men aðrar treytir at arbeiða út frá. Tað skal tó sigast, at nýggja útbúgvingin er úrslit av sera góðum samstarvi við Mentamálaráðið, sigur Jana.
Nýggja sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingin hevur Bachelor heitið og er skipað eftir teimum sokallaðu ECTS stigunum, ið er ein altjóða mátieind fyri fakstøddina. Jana vísir á, at tað er sera umráðandi, at útbúgvingarstovnurin, sum stendur fyri broytingum, ger sær púra greitt, hvat hendan altjóða stigaskipan merkir, og hvønn týdning hon hevur fyri altjóða samstarv við aðrar útbúgvingar. Við 240 ECTS stigum er føroyska sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingin ikki bara hægri enn tann danska. Hon lýkur eisini øll ES direktiv á hesum øki, soleiðis at føroysk sjúkrarøktarfrøðilesandi kunnu taka partar av útbúgvingini á øðrum skúlum í Europa. Hartil kunnu tey eftir loknað útbúgving fara beinleiðis undir víðari lestur, umframt at tey fáa granskingarførleika.
Hjartamál
Jana dylur ikki yvir, at tað hevur verið hennara hjartamál at skipa ein føroyska Bachelor útbúgving í sjúkrarøktarfrøði, sum lýkur altjóða krøv. Hon ivast heldur ikki í, at ein av orsøkunum til, at tað eydnaðist so væl, er at umboð fyri fakið bæði hava verið framsíggin og fylgt væl við í tí, sum hendir á økinum aðrastaðni. Í hesum sambandi hevur tað verið ein fyrimunur at vera eitt lítið samfelag, sum altíð kemur eitt sindur aftaná, heldur hon.
- Júst tað, at vit koma aftaná gevur okkum ofta møguleika at taka tað besta við frá øðrum, og læra av teirra møguligu feilum. Soleiðis var eisini í hesum føri, sigur Jana.
Heldur enn at ganga í hølinum á tí, sum hendi í Danmark, vendu Jana og hini umboðini frá útbúgvingini eyguni móti Íslandi, sum hevur meir enn 20 ára royndir í at útbúgva sjúkrarøktarfrøðingar á Bachelorstigi. Við íblástri og vegleiðing frá Íslandi er tað tískil eydnast at skipa eina føroyska útbúgving á føti við ta bestu í Norðurlondum og í tráð við upprunaliga ynski frá sjúkrarøktarfrøðingunum.