Á rundvísingini varð farið í fólkatingssalin at lurta eftir orðaskiftinum. Síðani varð vitjað í gamla landstingssalinum, á aðru hædd, har flokkar og nevndir halda til, í "Snapstinginum" og í sonevnda "Føroyarúminum" og "Grønlandsrúminum", har tey vitjandi fingu ein kaffimunn og eina stutta kunning um arbeiðið á hjá Norðuratlantsbólkinum á fólkatingi. Eisini stakk danski undirvísingarmálaráðharrin, Bertel Haarder, inn á gólvið at heilsa upp á føroyingarnar.
Sjúklingahotellið Tórshavn ger regluligar útferðir fyri sjúklingar og avvarðandi við lítla bussinum, sum hotellið fekk fyri nøkrum árum síðani. Hetta var fyrsta ferðin, at útferðin fór til Fólkatingið.