Trygd
Næstan annar hvør bátur undir 15 metrar, sum danska Sjóferðslustýrið seinastu tíðina hevur kannað, vantaði bjargingarbát – ella hevði bjargingarútgerð, ið ikki hevur verið til eftirsýn, sum skipanin ásetir.
Eftirlitsfólk hjá Sjóferðslustýrinum hava kannað tilsamans 60-65 bátar av hesi støddini, og ikki færri enn 30 vórðu hildnir aftur í at loysa, til bjargingarútgerðin er fingin í rættlag.
Teir 30 bátarnir sleppa ikki at loysa aftur, fyrr enn lógarkravda bjargingarútgerðin er í lagi.
Í 2007 doyðu tveir danskir útróðrarmenn, meðan teir vóru á báti, og hetta er ein av orsøkunum til, at Sjóferðslustýrið nú gjørdi av at kanna nakrar av bátunum undir 15 metrar kring landið.
75% ikki í lagi
Í vár hevur Sjóferðslustýrið kannað hesar bátar, og stovnurin metir, at feilir og vantandi útgerð var hjá heili 75%.
Í summum førum eru krøv sett bátseigarunum um at fáa viðurskiftini í rættlag innan eina ávísa tíð – men í heili 30 førum gjørdi Sjóferðslustýrið rætt og slætt av at leggja bátarnar, til viðurskiftini eru samsvarandi krøvunum.
Hjá fleiri bátum var bjargingarútgerðin ikki í lagi, meðan aðrir bátar høvdu slett ongantíð havt ein bjargingarbát umborð, skrivar Fiskeritidende.